Hósdagin 27. september og fríggjadagin 28. september skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku á fimta sinni. Hetta verður størsta Vísindavøkan higartil. Í ár verður Vísindavøkan í Öström á Skálatrøð og har á leið. Tiltakið er partur av evropiska tiltakinum "Researchers' Night" . Í ár hava fyrireikararnir fingið fíggjarligan stuðul til tiltakið frá ES.
Granskingarstovnarnir fyrireika sínar básar, har granskarar fara at vísa fram og fortelja um sína gransking. Avtalur eru gjørdar við 23 granskarar, sum skulu hava framløgur av ymiskum slagi.
Tað ber til at lesa skránna fyri Vísindavøkuni her: www.gransking.fo/get.file
Fyrrapartin vitjaði stjórin í Granskingarráðnum, Annika Sølvará morgunsendingina hjá Rás2. Undir greinini ber til at hoyra tað, sum Annika Sølvará greiddi frá um Vísindavøkuna.