Vísindafólk í øðini um kinesiskan Frankenstein

Kinesiskur vísindamaður hevur skapt tvíburðar við at klippa og klistra í teirra DNA. Tað hevur elvt til ramaskríggj millum vísindafólk kring knøttin.

Kinesiskur vísindamaður hevur skapt tvíburðar við at klippa og klistra í teirra DNA. Tað hevur elvt til ramaskríggj millum vísindafólk kring knøttin.

 

- Eg kenni meg ernan. Tað sigur kinesiski vísindamaðurin He Jiankui, sum nú verður róptur Frankenstein av øðrum vísindafólkum.

 

Kinesiski vísindamaðurin er als ikki harmur um, at hann hevur skapt tvíburðar við at klippa og klistra í genum teirra. Í dag, mikudagin, møtti hann á einari vísindaráðstevnu í Hongkong fyri at verja sína gransking. Hetta skriva AP og Ritzau.

 

Men í altjóða umhvørvinum hava vísindafólk verið í uppreisn um hesar tvíburðar. Myndugleikarnir í Kina eru eisini í millum teirra, sum halda hetta vera langt úti. Tað minnir mest um laboratorium hjá Frankenstein, har etikkurin ongan týdning hevur, siga mótstøðufólkini.

 

 

- Í hesum máli kenni eg meg ernan yvir mítt arbeiði, segði He Jiankui, tá ið hann varð trýstur av fleiri av sínum starvsfelgøum í ráðstevnuni í Hongkong.

 

- Hetta arbeiði er latið inn til eitt vísindaligt tíðarrit at hyggja ígjøgnum, segði hann, uttan at siga hvat tíðarrit talan er um.

 

Í einum videobrotið, sum kom á YouTube sunnudagin, segði He Jiankui, at hann hevur gagnnýtt genredigerandi tøkni, sum eitur CRISPR-Cas9. Hendan tøkni hevur broytt fosturcellurnar hjá tvíburðagentunum Lulu og Nana, sum vórðu føddar fyrr í hesum mánaði.

 

Vísindafólk siga, at He Jiankui ikki hevur latið sítt arbeiði eftirmeta av øðrum vísindafólkum, og sostatt ikki hevur latið sítt arbeiði kritserað, sum annars vanligt er í hesum faki. Og tøknin, sum hann hevur nýtt í sínari privatu klinikk í Shenzen, er annars ólóglig í størstu pørtum av heiminum. Nú eru nýggj fólk við nýggjum eginleikum skapt umvegis hesa tøkni. Og teirra genir verða førd víðari gjøgnum komandi ættarlið.

 

- Tað er altíð ein vandi, tá ið man setir eitt hvørt inn í eina cellu, at tað kann uppføra seg skeivt, ella hava eina ávirkan, sum vit ikki kenna til, segði Dianne Nicol frá lærda háskúlanum í Tasmania við Financial Times. Hon er leiðari fyri sentrið í jura og genetik hjá háskúlanum.

 

Yvir 100 kinesisk vísindafólk hava skrivað undir eitt opið skriv, sum varð sent út í gjár. Í skrivinum stendur, at tann tøknin, sum He Jiankui hevur gangnýtt er vandamikil.

 

- Eskjan hjá Pandoru er latin upp, skriva tey.

 

Pápin at tvíburðagentunum skal hava verið smittaður við HIV, og í sínari uppíblandan í dna’num hjá gentunum forðaði He fyri, at cellurnar hjá gentunum eru smittaðar við sjúkuni. Tað skrivar Ritzau í dag.

 

- Tá Lulu og Nana bert vóru ein einstøk cella, fjernaði tøknin ta inngongd, sum HIV sjúkan fer inn í, og festir seg í fólk, sigur vísundamaðurin í sínum videobrotið á YouTube.

 

/ritzau/