Tíðindaskriv
Í sambandi við útgávurnar skipa Fróðskaparsetrið og Føroya Fróðskaparfelag fyri móttøku og tíðindafundi á Føroyamálsdeildini, V. U. Hammershaimbs gøtu 16, hósdagin 1. juli kl. 14.00. Høvið verður hjá fólki at ogna sær bøkurnar og rithøvundarnir skriva í bøkurnar.
Turið Sigurðardóttir, lektari í bókmentafrøði hevur skrivað bókina: Bókmentasøgur - Greinasavn. Í bókini eru fimtan greinir um evni, sum fevna frá 18. til 20. øld. Greinirnar hava, uttan tríggjar, staðið í ymsum tíðarritum tey seinastu umleið 15 árini. Flestallar greinir eru um skaldskap í bundnum máli, nakrar um óbundið mál. Greinirnar viðgera føroyskar bókmentir og mentan, m.a. út frá hugtøkum sum barokkur, klassisisma, upplýsing, romantikkur, modernisma og postmodernisma. Tær tríggjar greinirnar, sum ikki eru prentaðar áður, eru: grein um eina minnisyrking í alexandrinskum ørindislagi, á donskum, eftir Hanus Jákupsson Debes, løgmann av Oyri; grein um fyrstu metrisku yrkingina á føroyskum, Føroyarímuna eftir Alexandur Weihe úr Søldarfirði; og grein um Hammershaimb sum tjóðarsmið út frá viðgerð av Anthologiini og yrkingum um Hammershaimb.
Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, og Hans Joensen, orðabókaritstjóri, hava ritstjórnað bókina Mál í mæti, sum er heiðursrit til Jóhan Hendrik W. Poulsen, professara, á sjeyti ára degnum. Í bókini er savn av greinum hansara skrivaðum í eitt fjøruti ára tíðarskeið. Bók-in er býtt sundur í tveir part-ar. Í fyrra parti eru 43 greinir, skrivaðar á føroyskum, íslendskum, donskum og enskum. Tær hava allar staðið á prenti áður í bókum og tíðar-rit-um. Grein-irn-ar standa í tíðarrøð, tann fyrsta stóð í Skírni í 1963 og tann síðsta í Med ?bil? i Norden i 100 år frá 2003. Seinni part-ur nevn-ist Orð og yrði, bók-stava-rím eins og bók-ar-heitið, og fevnir hann um ym-ist til-far, sum ber 12 yvir-skriftir, 7 teirra hava ongantíð ver-ið á prenti áður. Tað síðsta í seinna parti er eitt úr--val av nýggjyrðum hans-ara, 500 í tali.
Höskuldur Þráinsson, Hjalmar P. Petersen, Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris Svabo Hansen hava skriva nýggja føroyska mállæru Faroese - An Overview and Reference Grammar. Ætlandi fer henda nýggja mállæran, sum er á enskum, at avloysa bókina hjá Lockwood, An Introduction to Modern Faroese frá 1977, og sum rímiligt er, er henda nýggja mállæran væl størri og tekur væl meira við enn Loockwood gjørdi í sínum undangonguarbeiði, tí í hesari nýggju mállæruni eru tey nýggjastu granskingarúrslitini tikin við, umframt tey gomlu. Granskarar, serliga útlendskir, hava leingi bíðað eftir einari umfatandi føroyskari mállæru, tí hóast granskað verður í føroyskum her heima, er so ógvuliga nógv eftir at gera, og kann henda bókin kveikja monnum til, umframt at hon verður, eins og heitið vísir, ein tílvísingarbók.
Um bøkurnar
Turið Sigurðardóttir: Bókmentasøgur - Greinasavn
Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn 2004 - 382 síður
Perman er prýdd við skurði úr málningi eftir S.J. Mikines av Símuni av Skarði.
Prísur: 390,- í bókabúðunum
Jóhan Hendrik W. Poulsen: Mál í mæti.
Ritstjórar: Anfinnur Johansen og Hans Joensen.
Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn 2004 - 536 síður
Kápumynd: Tróndur Patursson
Prísur: 325, - í bókabúðunum
Höskuldur Þráinsson, Hjalmar P. Petersen, Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris Svabo Hansen: Faroese - An Overview and Reference Grammar
Føroya Fróðskaparfelag, Tórshavn 2004 - 501 síður
Prísur: 380, - í bókabúðunum