Vísið okkum visjónirnar!

Tíðargrein:

Politiska støðan er í dag merkt av stjórnarloysi, har lappaloysnir og rossahandlar yvirskugga tørvin á veruligum visjónum og greiðum ætlanum fyri framtíðina. Løgting og landsstýri mugu ganga undan og fokusera upp á veruleikan, so allar góðar kreftir kring landið verða sameindar, heldur enn at spjaða tað, sum er.


Fyri nøkrum vikum síðani var tað Kommunuálitið, ið stjól yvirskriftirnar, og síðstu tíðina hava plasering av komandi Heilsutrygd, flyting av Taks og onnur líknandi mál staðið ovast á breddunum. Felags fyri øll hesi hevur verið, at tey hava givið okkum eina mynd av einum landi, ið verður rikið við her-og-nú loysnum, uttan at nakrar langtrøkkandi ætlanir eru lagdar fyri framtíðina.
Um vit bara taka útjavningina, ið tosað hevur verið um í kjalarvørrinum av Kommunuálitinum, so er hon eitt dømi um, at alt ov nógv ikki hugsa fram um nøsina. Eingin av teimum, sum veruliga sita við ábyrgdini í dag, hevur nevnt eitt orð um, at neyðugt er at hava ein sterkan høvuðsstað og ein sterkan miðdepil, um Føroyar sum land skulu standa seg.
Tað finnast álit í hópatali, ið undirbyggja hesa sannroynd, men kortini verður fylgt við streyminum, sum um einki er hent – og sum um einki heldur skal henda! Pettar tú ein miðdepil sundur og hálar burtur úr honum her og har, fæst eingin menning, men úrslitið verður tvørturímóti, at øll vikna líka nógv og koma at standa eftir við hvør sínum Svartaperi.

Størri køkubitar
Fleiri hava ført fram, at tey vilja hava ein størri bita burtur av køkuni, og millum reglurnar kann ferð eftir ferð lesast, at tað bert letur seg gera, um bitin hjá Havnini verður minni. Tað er ikki so, at vit í høvuðsstaðnum ikki unna øðrum nakað, men tað hevði nú verið ynskiligt, um vit høvdu fólk á ovastu rók, ið vildu nakað meira og tordu at seta út í kortið, hvussu siglast skal frameftir.
Okkum tørvar visjónir fyri, hvussu vit skapa okkum øllum somlum ta bestu framtíðina. Hon kemur ikki av sær sjálvum, men krevur eina miðvísa ætlan fyri, hvussu Føroyar vinnuliga og búskaparliga kunnu vaksa seg størri og sterkari. Á tann hátt verður køkan størri og øll kunnu fáa ein størri bita, uttan at bitin hjá nøkrum øðrum harfyri verður minni.
Og fyri tað um høvuðsstaðurin framhaldandi eigur at vera tann drívandi og sterki miðdepilin, forðar tað ikki fyri, at øki sum Norðoyggjar,Eysturoyggin ella Suðuroyggin eisini eru miðdeplar á øðrum og egnum økjum. Tað gevur bara onga meining, at øll fara eftir tí sama, tí tá verður ongantíð nóg mikið í part allíkavæl.
Sum er, arbeiðir Havnin við síni egnu vakstrarætlan, men tað er bara ótrúligt, at landsstýrið ikki eisini hevur eina. Úrslitið av tí er ferð eftir ferð, at her-og-nú loysnirnar fara við allari orkuni, og so er einki eftir til tað veruliga arbeiðið, tá avtornar. Hvørja ferð klandur og stríð verður um, hvar ein almennur stovnur skal liggja, fer ein øgilig arbeiðsorka til hetta, samstundis sum einki í veruleikanum kemur burturúr. Hetta máttu okkara landspolitikarar dugað betur!

Nú er altso koyrandi
Í mong ár er ein stór samferðsluútbygging farin fram á Føroya landi, so brýr og tunlar hava avloyst ferjusamband, umframt at flestallir vegir eru breiðkaðir og beinkaðir, so tað skjótari og høgligari skal bera til at koma frá einum staði til annað. Men kortini verður arbeitt, sum um tað enn ikki var koyrandi millum bygdirnar í Føroyum.
Tá tosað verður um at spjaða allar almennar stovnar kring landið, er ikki eitt orð at hoyra um, hvussu hetta kann forsvarast rakstrarliga. Tað er kanska heldur ikki so løgið, tí í flestøllum førum fæst roknistykkið aldrin í verðini at ganga upp. Fíggjarliga og rakstrarliga loysir tað seg slett ikki, at politikarar brúka almenn arbeiðspláss sum valagn og vøru í rossahandlum, men tað kemur ikki fyri, at nakað verður sagt um tað. Hvør nørir at sær, og so má sektin liggja á, hvat fæst fyri pengarnar!
Samstundis tosa øll í fullum álvara um, at vit mugu fáa okkara ungu lesandi heimaftur, tá tey hava verið uttanlands og vunnið sær útbúgving. Men hvat hava vit at bjóða teimum? Við at spjaða alt út um landið, verður ógvuliga torført at fáa eitt fakligt umhvørvi, ið kann virka lokkandi og dragandi, tá okkara ungfólk skulu taka støðu til, um Føroyar eru teirra framtíð ella ikki.
Eitt, ið telur nógv hjá teimum lesandi, tá tey hugsa um framtíðina, er trivnaðurin á staðnum, har tey skulu liva og virka. Tey skulu hava børnini ansað, hava nøkur frítíðar- og mentanartilboð, umframt at tey hava mong onnur ynski, ið skulu vera uppfylt, áðrenn tey taka støðu til framtíðina. Eru allir hesir møguleikar ikki tøkir, har tey eru í nánd av sínum arbeiðsplássi, kann alt gera tað sama fyri tey, og tá velja tey heldur at verða verandi burturi og koma kanska ongantíð heimaftur.
Hvønn einasta morgun eru landsvegirnir á tremur við fólki, sum koyrir til Havnar til arbeiðis, og vit í høvuðsstaðnum fegnast um, at vit kunnu vera partur av teirra gerandisdegi og arbeiðslívi. Enntá er hesin skari so stórur, at triðjahvør útgoldin lønarkróna í Tórshavnar kommunu verður skattað uttan fyri okkara kommunumark, so teir pengarnir koma øðrum støðum til góðar og skapa møguleikar har. Alt tað fegnast vit um!

Raðfesting má til
Ferð eftir ferð, tá almennir stovnar verða fluttir út í onkran krók, slepst ikki undan, at tað kostar meira. Vit eiga hópin av dømum um landspolitikarar, ið hava skapt sær eina politiska karrieru, ið bara er grundað á henda eina spurningin: Hví skal alt vera í Havn? Og so leingi, tað kann lata seg gera í dagsins Føroyum, koma vit ongantíð at uppliva vøkstur og framgongd, og tá verður alt tos um tal á valdømum høpisleyst. Slíkir smáir tankar virka bara sum bremsa og forða fyri menning her á landi!
Tí er tað ikki til at skilja, at okkara løgtings- og landsstýrisfólk ikki velja at raðfesta, heldur enn at gissa, tá tingini skulu gjøgnumførast. Øll vilja alt, men tað ber sjálvandi ikki til, so tí er neyðugt við einari greiðari raðfesting, har ikki minst raksturin er ein stórur og sera týðandi partur. Tí skurrar tað eisini í oyrunum, at somu politikarar, sum gremja seg um miðsavning í Havn, eru í øðini um, at almennu rakstrarútreiðslurnar bara økjast. Hvat skulu tær upp á henda mátan annað enn økjast?
At kreftirnar verða brúktar fullkomuliga skeivt, hava vit í hesum døgum eitt klassadømi um, nú Fiskimálaráðið av øllum alvi arbeiðir fyri at sleppa Strandferðsluni undan at rinda havnargjald, hóast hetta er eitt mál, ið slett einki hevur við Fiskimálaráðið at gera, men Innlendismálaráðið. Hugsið tykkum til, um arbeiðsorkan heldur fór til okkurt, ið var meira viðkomandi og uppbyggjandi? Her er veruliga nógv, okkara politikarar kunnu gera betur!

Fram við visjónunum
Skulu vit koma víðari og frameftir, er alneyðugt at saðla um. Men so krevst eisini, at øll standa saman, so øll kunnu fáa meira burturúr. Tá krubban er tóm, bítast rossini, men hesum kunnu vit fyribyrja, um vit syrgja fyri, at meira er í krubbuni. Tað krevur so eisini, at arbeitt verður eftir einari visjón um framtíðina og at løgd verður ein ítøkilig vakstrarætlan, ið vísir vegin fram.
Tað stutta av tí langa er, at vit als ikki trúgva uppá, at tað ber til at skapa menning og vøkstur við at skava burtur av tí, sum er sterkt og livandi frammanundan. Ein útjavningarskipan, sum í síðsta enda fer at gera øll veikari, er avgjørt ikki vegurin fram, men tann vissi deyði. Tí snýr tað seg um, at sett verða nøkur felags mál fyri framtíðina, ið vit øll kunnu arbeiða saman um.
Sum nú er, er tað eingin rættsiktaður íleggjari ella ígongdsetari, ið satsar upp á Føroyar, tí her er tað sundurlyndið, ið fremst av øllum setur dagsskránna. Og so leingi einki er at arbeiða fram ímóti hjá almennu Føroyum, tí har er eingin visjón aftan fyri rikna politikkin, verður tað ógjørligt hjá vinnulívi og kommunum at finna kósina.
Tað kann ikki bera til, at óttin fyri høvuðsstaðnum skal vera kittið, ið heldur øllum saman. Hesin ótti er ein blokada, sum í alt ov stóran mun forðar fyri, at funnar verða skynsamar og varandi loysnir, ið koma øllum landinum til góðar í síðsta enda. Havnin er eisini tykkara høvuðsstaður, so tí er tað nógv meira konstruktivt, um tit eru við til at forma og styrkja Havnina, so hon framvegis kann vera lokomotivið, ið gongur undan og hevur øll hini við sær!
Vælsignaðu landspolitikarar, setið tykkum niður og leggið eina ætlan fyri framtíðina, sum vit øll somul kunnu bakka upp um og geva okkara íkast til. Um vit gera, sum vit altíð hava gjørt, fáa vit tað sama, sum vit altíð hava fingið. Tí er neyðugt at hugsa nýtt og at hugsa stórt. Røkka vit onkrum av málunum, er tað altíð eitt framstig. Men tað krevur, at tit spæla við og vísa okkum visjónirnar!


Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu