Vísa meira frameftir

Hóast framúr góða úrslitið, var Brian Kerr ikki heilt nøgdur við dystin. – Vit skulu vísa meira, tá vit hava bóltin, staðfesti hann

- Eg má siga, at eg eri stoltur av at vera venjari hjá einum liði, sum stríðist so væl, sum føryska liðið gjørdi í kvøld. Vit høvdu næstan uppiborið eina betri lagnu við øllum teimum takklingum og avbjóðingum, leikararnir løgdu fyri dagin, sigur Brian Kerr.

Hann heldur kortini ikki, at framgongdin í mun til Serbia dystin hevur verið so eyðsýnd.

- Móti Serbia skaptu vit fleiri vandamiklar møguleikar, tað megnaðu vit ikki móti Fraklandi. Men sjálvandi má tað takast við, at Frakland er eitt betri lið enn Serbia, sigur Brian Kerr.

Tað var framman undan ivasamt, um Franck Ribery fór at byrja inni, tí hann hevur drigist við ein skaða. Dómaraseðilin avdúkaði, at Ribery byrjaði á beinkinum.

- Eg segði við leikararnar, at kom Franck Ribery inn í dystinum, var tað tekin um, at vit stóðu okkum væl. Og so var, sigur Brian Kerr.


Útskiftingar darvaðu

Longu tá 28 minuttir vóru farnir, gjørdi føroyski landsliðsvenjarin sína fyrstu útskifting.

- Eg visti framman undan, at Holst hevði drigist við ein skaða. Men hansara royndir, skjótleiki og evni, at halda upp á bóltin fekk meg at taka kjansin. Tað gekk tíverri ikki. At Atli Danielsen bleiv skaddur beint fyri hálvleik var so nakað, eg ikki kundi verja meg fyri, men givið er, at hesar báðar útskiftingarnar avmarkaðu okkara møguleikar í seinna hálvleiki at gera broytingar, sigur Brian Kerr.

Hann karakteriserar spælið hjá føroyingum, serliga í verjupartinum, sum organiserað.

- Verjan spældi væl, og Atli Gregersen var krumtappurin, ið alt snaraði um. So hóast spælið sum so einki var at reypa av, tá vit høvdu bóltin, so var tað ein frægd at síggja leikararnar stríðast so fyri sakini. Teir tveittu seg í takklingarnar og góvu alt, teir høvdu, sigur Brian Kerr.

Tað er kortini ikki bert spælið fram eftir vøllinum, hann heldur má gerast betri. Leikararnir mugu eisini gerast fysiskt sterkari.

- Tað vóru fleiri støður, har føroysku leikararnir stutt sagt vórðu kveistraðir til viks, og tað gongur jú ikki, tí teir stóðu í støðunum ikki langt aftan fyri mótleikaran í teknikki. So vit mugu fáa okkara leikarar kropssterkari, sigu Brian Kerr.

Jóan Símun Edmundsson fekk sín debut á A-landsliðnum, og stóð seg sera væl.

- Ja, tað eru evnir í honum. Vit skulu minnast til, at hann leikti móti einum av heimsins bestu miðverjuleikarum, og stóð seg væl, sigur Brian Kerr.


Myndatekstur:

- Eg eri stoltur av at vera venjari hjá einum liði, sum stríðist so væl, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari

Mynd: Jens Kr. Vang