Tað verður mikudagin klokkan 17 at fólk sleppa uppi á loftið í Christianskirkjuni og har síggja, hvussu langt arbeiðið við altartalvuni er komið, og samstundis fáa frágreiðing frá konservatorinum um arbeiðið.
Nú er tryggingarlagið av ovara partinum tikið burtur og fest á tær nýggju pláturnar, ið skulu halda málninginum uppi, so klárt er at reinsa og endurbøta tann partin.
– So øll, sum eru áhugað, kunnu koma í kirkjuna nú mikudagin og har fáa kunnleika um hetta stóra og spennandi arbeiði, ið nú er komið væl ávegis, sigur kirkjuráðið í Christianskirkjuni.