Hesi bæði næstu mánakvøldini verða tiltøk í Vágum, sum ikki eru heilt vanlig.
Tey fara nevniliga at vísa film í kirkju og missjónshúsi.
Lagt verður fyri nú mánakvøldið 4. mars og hildið verður fram næsta mánakvøld 11. mars.
Talan er um filmar, sum á hvør sín hátt vísa kristna lívsáskoðan og menniskjafatan, sigur Inga Poulsen Dam, prestur.
Nú mánakvøldið klokkan 20 verður virðislønti franski filmurin við danska heitinum, Om Guder og mænd, vístur í Bíggjar kirkju.
Filmurin er um eina veruliga hending og er um at varðveita trúnna á Gud, tá ið menniskju vísa seg frá síni verstu síðu.
Filmurin er um franskar munkar undir borgarakrígnum í Algeria í nítiárunum. Mitt undir krígnum koma teir í ta tvístøðu, at teir skulu taka støðu til, um teir skulu verða verandi í klostrinum, har teir í nógv ár hava livað í friði og náðum saman við muslimsku grannunum, ella um teir skulu flýggja undan tí harðskapi, víðgongdir muslimar hótta teir við.
Næsta mánakvøld klokkan 20 verður filmurin The Mission vístur í Missiónshúsinum Libanon.
Eisini hesin filmurin, haðani myndin er, er um eina veruliga hending.
Hann er seg um ein trúboðara og ein leiguhermann, sum mitt í 18. øld ganga saman um at verja ein indianaraættarbólk í Suðuramerika móti harðrendum yvirræði, mannajagstran og trælahaldi.
Báðir filmarnir hava fingið stórar virðislønir og niðanfyri sæst eitt stutt brot úr The Mission, har Robert de Nero og Jeremy Irons hava høvuðsleiklutirnar og eitt brot úr "Om Guder og mænd", har Michael Lonsdale og Lambert Wilson hava tveir av høvuðsleiklutunum.