Indiaferð
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, er millum føroyingarnar, sum hava vitjað í Indiu.
Hann segði áðrenn heimferðina í gjár, at hetta hevur verið ein stak áhugaverd ferð, har ferðalagið hevur sæð ein hóp.
- Jú, hetta hevur verið stak áhugavert. Vit hava fingið eina rúgvu av kunning upp á fáar dagar, og vit hava havt fyrstu eftirmetingina, meðan vit hava verið her niðri. Nú vit koma heimaftur, og vit hava sodnað nakað av hesum, fara vit at meta um, hvussu vit ítøkiliga kunnu fáa nakað burtur úr hesi ferðini.
Framkomin stovnur
Hjalti sigur, at ein av mest áhugaverdu vitjanunum fyri hansara viðkomandi, var ein vitjan á stóra fiskirannsóknarstovninum í Kochi, sum er meginstøð fyri aðrar fiskirannsóknarstovur í Indiu.
- Her arbeiðir ein ørgrynna av fólki, og eg haldi, at eini 150 fólk á hesum stovni hava doktaraheiti.
Hjalti sigur, at hetta er ein stovnur á høgum stigi og við stórum kunnleika á sínum øki.
Stórur áhugi
- Eg fekk varhugan av, at hetta eru rættilig skilafólk, og eg ivist onga løtu í, at vit hava nógv at læra av hvørjum øðrum.
Hann sigur, at indiska fiskivinnan í stóran mun gongur fyri seg í smáum bátum, meðan okkara fiskivinna fer langt til havs og eisini á fjarleiðir.
- Fólk á stovninum í Kochi vístu stóran áhuga fyri føroyska fiskiskipaflotanum og serliga tí partinum, sum fiskar til havs.
Hjalti sigur, at indarar eitt nú halda seg eiga ein tunfiskastovn, sum lítið verður troyttur, og sum teir lítið fáa burtur úr sum er. Tí eru teir ógvuliga áhugaðir í at fáa føroyingar at hjálpa sær í gongd við hesi veiði.
Alt við hond
- Vit vóru á nógvum áhugaverdum vitjanum og allastaðni, har fólk fingust við fiskaframleiðslu, arbeiddu tey við hond. Serliga sóu vit virking av rækjum og høgguslokki, og sjálvt rækjurnar vórðu avhøvdaðar og pilkaðar við hond, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni.
Hann sigur, at teir sóu at kalla ongar maskinur, bert onkur bond, sum eitt nú førdu rækjur í kør til kóking.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at hann hevur fingið tær adressur, heimasíður og sambond, sum Fiskirannsóknarstovan hevur brúk fyri í einum møguligum samstarvi við indiska stovnin.
- Nú fara vit sum nevnt at sodna tað, sum komið er burtur úr. Tað er ikki bara at leypa avstað út í samvinnu við so fjarskotið og stórt land, men eg eri sannførdur um, at møguleikar eru fyri samvinnu millum londini á fleiri økjum, sigur Hjalti í Jákupsstovu.