Vísa føroyska aling fram fyri øllum Evropa

Í hesum døgum er felagið fyri alarar í øllum Evropa í Føroyum og heldur fund

Í gjár komu alarar úr øllum Evropa til Føroyar, her teir skulu hittast at halda fund hesar næstu dagarnar.

Talan er um felagsskapin FEAP, ið er felagið fyri alarar í Evropa, sum nú er komið til Føroyar og á fundi í morgin og í ovurmorgin fara teir at tosa um ymisk viðurskifti av felags áhuga.

Tað er Havbúnaðarfelagið, sum er vertur fyri fundin, har alarar úr 19 londum eru komnir saman.

Ragnar Joensen, sum er formaður í Havbúnaðarfelagnum, sigur, at í dag verður ferðast runt ymsastaðni í landinum at hyggja at alibrúkum og so verður fundur í morgin og leygardagin.

Hann sigur, at sum so eru tað ikki nøkur mál, sum hava serligan týdning fyri Føroyar, sum skulu umrøðast.

Men kortini fer Havbúnaðarfelagið at kunna um føroyska aling.

Og serliga fer Havbúnaðarfelagið at kunna alararnar úr hinum londunum um okkara fiskaheilsuskipan, sum Ragnar Joensen sigur, er so góð og framkomin, at hon saktans kann vera ein fyrimynd hjá øðrum.

Tað eru mest ES limalondini, sum eru umboðaði í felagnum, men eisini Føroyar, Noreg, Ísland, umframt Turkaland, Ungarn og onnur lond eystanfyri, sum ikki eru limur í ES, eru limir í felagnum.

FEAP er ein lobbyfelagsskapur, sum serliga arbeiðir við at ávirka ES politikkin á aliøkinum, bæði í sambandi við sjúkufyribyrging, umhvørvi og marknaðarviðurskifti.

Men felagsskapurin er eisini við til at seta gongd á granskingarverkætlanir innan aling.

Alarar úr teimum ymsu londunum skiftast um at vera vertur fyri árliga fundin og Havbúnaðarfelagið helt, at vit áttu eisini at bjóða okkum fram og sostatt er fundurin í ár hildin í Føroyum.