Sjálvandi betalir Summar Festivalurin lønir!
Tað sigur Summar Festivalurin í tíðindaskrivið, eftir at Dimmalætting í fríggjadagsútgávuni rør uppundir, at Summar Festivalurin mest sum ongar lønarútreiðslur hevur.
Tað er ikki rætt. Summar Festivalurin hevur lítla og onga umsiting, og eingi fólk í starvi, men festivalurin lønar fólki og feløgum fyri tænastur. Hetta verður í høvuðsheitum gjørt eftir rokning frá teimum, festivalurin keypur tænastur frá. Hesar útreiðslur verða ikki bókaðar sum lønarútreiðslur, men sum keyp av tænastum.
Av tí at festivalurin hevur sítt høvuðsvirksemi tað eina vikuskiftið, tá Summar Festivalurin er, hevur felagið valt ikki at hava fleiri fólk í starvi. Síðani 1. september 2012 hevur tó ein stjóri verið í starvi hálva tíð.
Summar Festivalurin vil sum vinnurekandi fyritøka ikki í smálutum greiða frá, hvussu nógv atgongumerki eru seld, hvat miðalkostnaðurin er fyri hesi, og hvør samlaða sølan er. Roknistykkini, sum Dimmalætting hevur gjørt, hava tó ikki hald í veruleikanum.
Summar Festivalurin hevur tey árini, festivalurin hevur verið fyriskipaður, rindað millióna upphæddir í meirvirðisgjaldi til landskassan, sigur Summar Festivalurin í tíðindaskrivinum.