Vís sjómonnum okkara størri virðing

Eg taki ikki undir við sjónarmiðinum hjá Torbjørn Jacobsen og landstýrinum um at taka sjómannafrádráttin burtur. At taka frádráttin frá sjómanninum er tað sama sum at leggja flotan og leggja eina byrðu afturat á tann privata arbeiðsgevaran, sum hevur tað trupult at manna skipini. Vit fara eisini at síggja sjómenn flyta av landinum av hesi orsøk, tí man hevur fleiri fyrimunir sum sjómaður í t. d. Norra.

Størsta vinnan hjá okkum eigur at fáa virðing. Skal tann meinigi borgarin, og skulu privatar fyritøkur klára seg í framtíðini, eiga vit at halda fast við høvuðsvinnuna, sum hevur stóran týdning fyri land okkara.

Fyri at borgarar skulu trívast sum sjómenn, eiga vit at geva okkara sjófólki góðar sømdir og karmar, hesum fyri at virða okkara sjómenn, fyri tað ið teir eru fyri land okkara.

Vit áttu at sæð hetta sum ein góðan stuðul fyri landið, og heldur roynt at hildið fast við manningina á skipunum og fingið áhugan upp hjá ungum røskum monnum fyri sjólívinum.

Landið hevur brúk fyri hesari vinnu og fólki, og sjálvandi skal tað hava sín fyrimun, fyri tann sum váðar lív sítt á havinum, og er burtur frá familju stóran part av árinum.

Bátar fara undir veiðu í dag undirmannaðir, av tí at arbeiðsmegi ikki er til vinnuna. At taka frádráttin frá hesari vinnu fer ikki at hjálpa til at finna væntandi arbeiðsmegi.

Eg haldi, at man átti at kunna seg meira um tann praktiska partin av vinnuni, og ikki bert teoretiska partin, aðrenn man úttalar seg um slík mál.

Føroyar hava brúk fyri sjómanninum, og sjómaðurin hevur uppiborið góða virðing frá lóggevandi valdinum.

So leingi sum at tað ikki er áhugavert hjá fólki at arbeiða innan fiskivinnuna, so hava vit ongan møguleika at menna fiskivinnuna til eina framkomna vinnu, sum er framman fyri onnur lond. Tað er stór synd at vit ikki satsa upp á vinnuna, sum okkara land hvílir á. Tí tað er eingin loyna, at fiskivinnan hevur eitt risa stórt potentiale.

Lat sjómenn fáa betri kor at arbeiða undir, so teir støðast í vinnuni.