Á leið helmingurin av teimum, sum fáa sær tatovering velja okkurt, sum hevur við børn teirra at gera. Tað veri seg navn, føðidato, okkurt sum børnini hava teknað ella prent av fótinum ella hondini á barninum. Les: Tatoveringar: Barnanvn væl umtókt
Næstu dagarnar varpa vit ljós á tatoveringar av barnanøvnum, og vit leggja út við tatoveringini hjá 21 ára gomlu Guðruni Annu Vestergaard, sum býr í Rumenia
Hvørjar hugsanir gjørdi tú tær, áðrenn tú fekst tær tatoveringina?
Áðrenn eg fekk tatoveringina, hugsađi eg nógv um, at eg vildi hava litir, at hon skuldi verða persónlig og, at hon skuldi kunna hava eina søgu at siga. Áðrenn eg gjørdi tatoveringina, hevði eg ein lista við mær av tingum, sum tatoveringin skuldi uppbyggjast av, og so gjørdi tatovørurin restina.
Hví valdi tú júst hetta motivið?
Tá man sær tatoveringina, so sær man litirnar fyrst, og teir eru fangandi. Sonur mín dámar sera væl blátt, lilla og ljósareytt, so tað settu vit saman. Í miðjuni stendur navnið Tristan og uppi yvir navninum er ein fullmáni.
Beint áðrenn eg skuldi eiga og lá inni á føðistovuni, hugdi eg út gjøgnum vindeygað og tað einasta, ið eg sá vóru stjørnur og ein fullmáni. So koyrdi vit eisini stjørnur inn í bókstavirnar.
Undir navninum stendur føðidato, og uppi yvir 'T'num er ein lítil hoppandi kanin. Hon er ímyndin av sovibamsuni hjá soninum, sum hann elskar so nógv.
Hví er tað umráðandi, at fáa navnið á barninum á kroppin?
Grundin til, at eg fekk mær navnið hjá soninun tatoverað á armin er, at mær dámar væl tatoveringar. Men eisini tí, at tað er ein partur av mínum kroppi, sum ikki kann viskast burtur aftur. Eg fari at síggja hana hvønn dag og onkran dagin, tá eg siti á einum ellisheimi, kann eg minnast aftur á tað og smílast. Haldi at tađ er so nógv tú ikki hevur stýr á, tá tú ert við barn. Kroppurin broytist og ver]ur ongantíð tann sami aftur. Men ein tatovering gevur tær eitt slag av kontrol við tað, at tú sleppur at gera hann tín aftur.
Hevur tú aðrar tatoveringar, og ætlar tú tær fleiri?
Eg havi frammanundan ein summarfugl tatoveraðan á økslina, og eg ætli mær nógvar tatoveringar afturat.