1400 fólk nýttu høvi at fregnast um tær nýggju vørurnar, sum vórðu sýndar fram í høllini um vikuskiftið. Hetta er 300 fleiri enn í fjør. Umframt tey 1400 vitjandi, so arbeiddu eini 100 fólk hvønn dag á vørumessuni.
Birgir Poulsen stóð fyri messuni, og hann var sera væl nøgdur við tiltakið. Hann sigur, at tað gekk nógv betur enn væntað.
Áhugin fyri vørumessuni vísir seg eisini at verða stórur millum fyritøkur, tí longu nú eru flestu básarnir umbidnir til næsta ár. Sostatt er longu nú farið at treingjast í høllini. Í ár var høllin eisini ov lítil, og øll sluppu ikki við, sum ynsktu tað.
Tí ivast Birgir ikki í, at vørumessan verður aftur næsta ár, og sum tað sær út nú, verður hetta ein fastur táttur hvørt ár.
Fyritøkurnar, sum vóru við á messuni, fingu eisini nógvar bílieggingar frá viðskiftafólki. Serliga vóru tað heilsølurnar og tænastufyritøkurnar, ið høvdu úr at gera. Tey, sum seldu stór og dýr ting, fingu færri bíleggingar, men hinvegin eru tey komin í samband við fólk á økinum.
Damfar vakrast
Eins og í fjør kundu tey vitjandi kjósa vakrasta básin. Munurin millum tey fremstu var ikki stórur, men aftur í ár var tað básurin hjá Damfar, ið varð kosin vakrastur. Damfar vann eisini kappingina í fjør.
Virðislønin var ein slípaður steinur, sum var bæði penn- og blokkhaldari, ið kann standa á borði. Árni Ziska, steinhøggari av Strondum, hevur gjørt haldaran.
Annars sigur Birgir Poulsen, at høllin á Hálsi riggar avbera væl til slíkar messur, men hann kundi hugsa sær at fingið eitt størri høli, men tað verður torført.











