Vøruhúsið skal hava nýggjan stjóra

Finnbjørn K. Mouritsen heldur fram sum nevndarlimur, men nevndin er víðkað, og nú skal nýggjur stjóri setast Á eykaaðalfundi hjá P/F Litaval hin 19. august 2008 varð avgjørt at økja talið av nevndarlimum frá verandi 4 limum upp í 6 nevndarlimir.

- Víðkanin av nevndini er liður í tilgongdini, har fyritøkan fer frá at vera ein familjustýrd fyritøka burturav til at vera ein professionell fyritøka, ið eisini frameftir skal standa seg í kappingini á marknaðinum, sigur høvuðseigarin og fráfarandi nevndarformaðurin, Finnbjørn K. Mouritsen, ið sjálvur annar byrjaði fyritøkuna í 1962.

Eigararnir av fyritøkuni meta at víðari menningin av fyritøkuni krevur, at fokus verður sett á førleikarnar hjá teimum, ið reka fyritøkuna. Tí koma nú tveir persónar úr føroyska vinnulívinum inn í nevndina. Annar er Árni Arge, ið er nýggjur nevndarformaður, og hin er Rógvi Róin.

Fyrsta stigið hjá nýggju nevndini er at seta nýggjan stjóra at stýra virkseminum í samtakinum Vøruhúsið, ið hevur høvuðssæti á Hjalla og deildir í Havn, Saltangará, Klaksvík og Tvøroyri.

- Besti hátturin fram móti at gerast ein professionel fyritøka er, at leiðslan í felagnum eisini kemur uttanifrá, sigur Finnbjørn K. Mouritsen.

Nevndin í P/F Litaval er nú mannað soleiðis: Árni Arge, formaður, Jóannes Mouritsen, næstformaður, Rógvi Róin, Peter Mouritsen, Andreas Mouritsen og Finnbjørn K. Mouritsen.