Jóan Símun Edmundsson harmast saman við restini av føroyska liðnum um, at tað ikki skuldi eydnast at fáa eitt gott úrslit móti Írlandi.
Vit skora eitt flott mál og koma við aftur í dystin, men so skrædnar til endans. Men 4-1 var ikki ein røtt mynd av dystinum, sigur Jóan Símun Samuelsen.
Móti dystarenda fóru kreftirnar at ganga undan.
Vit brúka nógvar kreftir at renna eftir bóltinum, og tað kostar. Tá einir 70 minuttir vóru farnir byrjaðu beinini at ganga undan, sigur Jóan Símun Samuelsen.