Vóru uppsettar

Ása á Neystabø kundi saman við viðspælarunum fegnast um, at Neistin hevði rakt rætta dagin, tá tær tóku oddasessin frá Stjørnuni.

- Vit eru tendraðar frá fyrsta bríksli. Serstakliga standa vit okkum væl í verjuni, og so stendur Fríða eisini ein kanón-dyst í málinum.
Tað tóktist, sum høvdu tit alla tíðina neyðuga yvirskotið, tá Stjørnan kom ov nær. Kendu tit tað eisini so?
- Avgjørt. Tað er altíð serstakliga tungt at vera aftan fyri ein heilan dyst, og hjá okkum gav hetta bara eyka sjálvsálit uppá, at vit kundu loysa uppgávuna. Og tað gjørdu vit eisini.
Sigurin lyfti tykkum upp á oddasessin. Er hetta tekin um, at tit fara at geva Stjørnuni dyst til tað allarseinasta?
- Tað er alt ov tíðliga at siga enn. Stjørnan hevur eitt ótrúliga sterkt lið, og tær fara heilt víst ikki at gevast. Men dysturin í dag vísti, at vit kunnu vinna á teimum, og tað í sjálvum sær er positivt fyri okkum.