Vóru sera uppsettir

Ein av ungu leikarunum hjá Mjølni, sum spældi ein góðan dyst í steypafinaluni ímóti ÍF, var 20 ára gamli Thorvald Danielsen, sum spældi á diagonalinum hjá Mjølni. Hann helt, at hetta var bara dagurin hjá Mjølni.
- Vit eru bara nógv betri enn ÍF í dag. Vit hava verið sera uppsettir. Vit komu suður til Havnar í gjárkvøldið. Vit hava vant saman í Havnini, og vit hava sovið saman, og eingin ivi var um, at henda dystin vildu vit bara vinna. Vit hava virkiliga vant hart fyri at vinna hesa finaluna, og tá sá man aftur í dag.
Fleiri leikarar hjá ÍF høvdu ligið sjúkir undan finaludystinum, men Thorvald helt ikki, at hetta hevði komið at ávirkað úrslitið.
- Vit vistu, at fleiri av eikarunum hjá ÍF høvdu ligið sjúkir, men eg eri sikkur uppá, at vit høvdu vunnið allíkavæl. Vit vóru klárir yvir, at vit máttu fáa eina góað byrjan, tí ÍF hevur eitt sera gott lið. Teir kempa sera væl, men í dag høvdu teir ongan møguleika. Tað hendir onkuntíð, at man byrjar at slappa av, tá man kemur á odda 2-0, men í dag var tíbetur eingin ivi. Vit vóru betur allan vegin, og hetta gekk, sum tað skuldi, segði ein fegin Thorvald eftir dystin.