Tá fuglfirðngar í fyrsta umfarinum í steypakappingini vóru í Gundadali, vórðu teir niðurspældir av einum væl upplagdum HB liði, sum spældi við fullari ferð.
Úrslitið ta ferðina var 3-0 til HB. Sunnudagin vóru FM vinnararnir, sum arbeiða fyri at endurvinna steypakappingina, í Fuglafirði. Úrslitið hesa ferð var 4-0 til HB, men munurin í spæli var nógv minni, enn hann var fyrru ferðina.
Og so veldst tað um, hvørjum eygum tað verður sæð uppá avrikini við. Ferðin hjá HB var væl lægri, enn hon var í fyrra dystinum móti ÍF, og í málleysa 1. hálvleikinum var munurin í spælbýtinum ikki serliga stórur.
Bæði liðini høvdu møguleikar. Hans á Lag stútaði eftir horna á tvørtræið, og HB menninir raktu eisini í stólpan aftanfyri Alfred Olsen, sum Piotr Krakowski hesa ferð hevði millum stólparnar.
Hjá heimaliðnum hevði Uni Mortensen, sum hesa ferð var á miðvøllinum, gyltan møguleika at seta hol á, men í púra leysari støðu stútaði hann hornasparksinnlegg uppum.
Hin stóra møguleikan fekk miðvallarin Rúni Petersen, tá hann fekk sending inn um verjuna. Bárður Johannesen kom út, og bólturin fór dygst við síðuna av stólpanum.
Umskipingar
Hjá ÍF var Áslakur R. Petersen ytsturí vinstru, og tað mundi vera, tí teir vildu byrgja fyri uppspælinum við Allani Mørkøre í høvðusleiklutinum.
Men Allan Mørkøre var ikki at síggja fyrrenn síðstu løtuna. Rúni Nolsøe lá uttarlaga í høgru, og tað var Jens Erik Rasmussen, sum stýrdi tí nógva av uppspælinum hjá HB og samstundis var eins málsøkin, sum hann hevur víst seg at vera síðstu vikurnar.
Hjá ÍF noyddist Viggo Johannesen út við skaða, og so kom Sigfríður Abrahamsen ? fyri fyrstu ferð ? inn í miðverjuna.
Loysnaði
Í 2. hálvleiki dømdi dómarin brotsspark til HB, tí hann metti, at Rói Árting var feldur. Tað vóru teir á heimaliðnum ikki nøgdir við, tí teir mettu, at tað var stríð um bóltin.
Jens Erik Rasmussen umsetti úr ellivu metrum, og tað var eisini hann, sum stóð faddur til næsta málið. Fríspark dygst uttanfyri brotsteigarmarkið í vinstru varð sent til handara stólpa, og Andrew av Fløtum stútaði, og so spældi HB fínan fótbólt. Eftiransingarnar hjá ÍF dragnaðu, málmøguleikarnir vóru fleiri, og vágamenninir báðir, Jóhannes Joensen og Jens Erik Rasmussen, staðfestu tað, sum at enda gjørdist til ein stóran sigur.










