Vóru í hvør sínari legu

- Vit vóru sera høgraorienteraðir, og teir vóru hinumegin veitina, sigur Árni Andreasen, nú hann og beiggin sungu Frændur-sang á Rás2

Árni og Marnar Andreasen vóru gestir í Hvonn Live leygarkvøldið. Teir sungu nakað so óvanligt sum ein Frændur-sang, og tað gjørdu teir við einum smíli, hóast teir vanliga syngja eitt annað slag av tónleiki.

Og tað hevur ikki bara verið munur á Árna & Marnar og Frændum tónleikaliga – tað var eisini stórur politiskur munur í 80’unum.

- Vit vóru sera høgraorienteraðir, og teir vóru hinumegin veitina, so tað var eitt sindur av stríði aftur og fram, men ta var ein sjarmerandi tíð, segði Árni Andreasen.

Men politiska ósemjan hevur ongantið verið størri enn so, at teir ikki hava kunnað lurtað eftir Frændum.

- Eg havi stóra virðing fyri Frændum. Teir hava gjørt nógvar frálíkar sangir og góð løg, segði Marnar Andreasen.