Oljuting um kaikantur
-Ein keikantsregul er í míni verð ikki neyðturviliga eitt protektionistiskt átak, tí tú hevur reglur í øllum londum um, hvussu tú flytur vørur og fólk inn, at vørur skulu tollast og fólk skulu gjøgnum eftirlit. Tí dugi eg ikki at síggja nakað skeivt í at hava ta áseting her sum aðrastaðni.
Magni Arge vísir til grein 10, har tað stendur, at oljufeløgini verða eggjað til at medvirka til at førleikamenna føroyska vinnu og til at geva føroyskari vinnu ein fair møguleika at bjóða uppá tey arbeiði, sum útførast her ? og at tey hava atlit til at fáa føroyska vinnu og arbeiðsmegi upp í arbeiðið.
Hann vísir tó á, at hetta er longu modererað nógv, tí tað verður jú eisini sagt, at hetta skal vera uppá kappingarførar treytir.
-Tí haldi eg ásetingarnar eru sera bleytar í dag og dugi tí heldur ikki at síggja, at oljufeløgini hava so stórar trupulleikar av teimum ella skilja tað sum ein trupulleika. Eg meti heldur ikki, at hetta er við til at leggja nakra føroyska vinnu í kuvøsu, men tað at oljufeløgini átaka sær av medvirka til at førleikamenna eina føroyska vinnu kann bara vera føroyskari vinnu og oljuvinnuni til góðar uppá longri sikt. Tí tað ger okkum førar fyri at taka við avbjóðingini, um talan verður um viðvarandi og vaksandi ídnað, sum vil vera náttúrligur hjá føroyingum at takast við, tí hann liggur inni á okkara øki. Tað ger eisini, at oljuvinnan hevur ein mentan sparringspartnara í Føroyum, sum kann veita teimum tær tænastur, ið feløgini vilja hava.
Magni Arge dámar sera væl eitt orðaskifti sum tað, ið var í Oljutinginum, men hann heldur tó, at Hermann Oskarsson hevur misskilt, hvat ásetingarnar í sambandi við oljuleiting hava til endamáls. Og endamálið er ikki protektiónismu heldur formaðurin í Oljuvinnufelagnum fyri.
Má vera við frá fyrsta degi
Hann vísir annars á, at tað í øðrum lagi er sera umráðandi, at vit eru við frá fyrsta degi av, tá ið man tekur upp oljuvinnu í Føroyum, og tað hevur man eisini tíbetur gjørt. Er tú ikki við frá fyrsta degi, so kann tað vera sera trupult at sleppa inn aftur seinni. Men er tú við frá fyrsta degi fær tú eisini lært teg og plaserað teg hjá oljufeløgunum.
-Eingin sigur, at vit skulu halda fram at eggja so kraftiga til at brúka føroyska vinnu og arbeiðsfólk, tá tú kemur víðari við oljutilgongdini har tú t.d. mennir eitt felt. Tað er nakað, sum kann vera sera sera arbeiðskrevjandi, og sum tá kann gera, at tú avlagar alt tað arbeiðsmynsturið, sum vit annars kenna tað í Føroyum í dag.
Tað heldur hann vit mugu vit taka upp til metingar, tá vit koma hartil. Men sum er dugir hann ikki at síggja, at tað hevur havt so stóra ávirkan á føroyska búskapin. Tað eru relativt fá fólk, sum hava verið vrkin í oljuvinnu til í dag.
Magni Arge heldur tað vera skeivt skilt, um man heldur vit við ásetingunum (tvs. grein 10 og 11, blaðm.) eru farin at stuðla vinnuni og seta órímulig og avlagandi krøv. Lógin krevur bara, at man skal geva føroyskum fyritøkum ein ærligan møguleika at bjóða uppá arbeiðini og eru tey kappingarfør so at kunna vinna tey. At tú eisini gevur føroyskari arbeiðsmegi møguleika at koma í arbeiði, um hon annars er kvalifiserað til tað. Tað merkir ikki, at vit skulu forfordeilast í mun til onnur heldur hann.
Avgerðin liggur í framtíðini
Uppá fyrispurning um vit eiga at taka oljuna í land í Føroyum og harvið skulu innflyta arbeiðsmegi ella als ikki taka oljuna til lands her, heldur Magni Arge, at tað góð tíð at taka støðu til tað. -Tá vit skulu taka støðu til menning av einum felti er eisini rætt at tosa um, hvat hetta krevur og hvussu fiskivinnan sær út til ta tíð. Hevur verið fiskasloysi í nógv ár, so vil man fegin hava eina stóra oljuvinnu. Men hevur tað hepnast væl at røkja okkara grunnar, og vit hava eina vælrikna fiskivinnu, so kunnu vit siga, at vit hava bert áhuga í at fáa oljuvinnu í minni mun.
Og hann heldur fram: -Men tess meira førleika vit hava á økinum, tá vit skulu taka støðu, tess betri møguleikar hava vit at meta um, antin vit skulu fara til høgru ella vinstru tá. Men standa vit tá á berum og við ongum førleika, tá hava vit ikki nógv at velja í.
Magni Arge heldur tí, at vit ganga ta avgjørt skilabestu leiðina man kann hugsa sær og tað skulu vit halda fram við.
Hann er so avgjørdur at siga, at var einki krav um føroyskan keikant so var alt stýrt úr Aberdeen og Stavanger, og ikki ein føroyingur hevði verið í hesi vinnu.
-Tað er munur á at diskutera tingini út frá einum teoretiskum búskaparligum sjónarmiði og so út frá einum praktiskum vinnuligum royndargrundarlagi. Tað eru tvey heilt ymisk grundstøði sigur oljuvinnustjórin og flogfelagsstjórin við greiðari adressu til formannin í Búskaparráðnum, Hermann Oskarsson.