Soleiðis kann ganga, tá myndugleikarnir sita ov leingi á málum og soleiðis eru ov seinir at taka avgerðir.
Djúpvatnstrolararnir, Steintór og Niels Pauli, eru júst komnir aftur av Flemmish Kap, har teir hava gjørt ein bummtúr.
Tað sigur reiðarin, Jákup Pauli Hammer.
Ov seinir
Reiðarin vísir á, at tá myndugleikarnir umsíðir høvdu syrgt fyri, at skip kundu fara yvir á Flemmish Kap at fiska, vóru teir í iva, um tað yvirhøvur loysti seg at fara.
- Vit valdu tó at taka kjansin og at senda skipini yvir, men hetta var betri ógjørt.
Jákup Pauli Hammer vísir á, at fyrr í vár hava skip úr øðrum londum havt rættiliga góða veiði á Flemmish Kap, men nú skipini hjá teimum komu yvir - nakrar vikur ov seint - bar lítið til.
- Niels Pauli og Steintór hava bert sløk 100 tons inni eftir at hava roynt á Flemmish Kap í seks dagar. Hetta er alt ov lítið. Vit vónaðu at fáa uppí skipini. Soleiðis varð ikki. Hetta gjørdist tískil ein bummtúrur hjá skipum og manningum.
Reiðarin væntar ikki, at skipini fara yvir hagar aftur at royna í ár.
Smáttfallandi fiskur
Jákup Pauli Hammer sigur, at fiskurin, sum skipini fingu á hesum túri, var smáttfallandi.
- Meginparturin er millumfiskur, og vit vita ikki, hvat vit fáa fyri veiðina. Greitt er tó, at hetta er ein undirskotstúrur, sum hann tekur til.
Djúpvatnstrolararnir brenna nógva olju, og tá túrurin gerst so langur, og veiðan er so vánalig, fæst lítið burtur úr.
- Nú vóna vit bara, at tað fer at eydnast skipunum betri, sum árið gongur, og vit vóna eisini, at nakað fer at fáast burtur úr makrelinum í summar og í heyst.
Jákup Pauli Hammer sigur, at í fjør fekst ikki nógv burtur úr makrelinum, men hann hevur vónir um, at árið í ár fer at vignast betri í so máta.
Myndatekstur: (Niels Pauli/ Steintór… )
Teir hava júst gjørt ein bummtúr á Flemmish Kap, djúpvatnstrolararnir, Niels Pauli og Steintór