Vørn: Vit gjørdu eftir harraboðum

Næraberg og Slættaberg missa loyvini at fiska svartkjaft av felagskvotuni. Tað eru boðrini frá Vørn, Loyvini ganga út 26. juni og reiðaríið hjá skipunum hevur fingið freist inntil 23. juni at koma við einum hoyringssvari.

 

Upprunaliga var loyvið galdandi árið út, ella inntil felagskvotan var uppi. Felagskvotan á svartkjaft var ásett til at verða 70.000 tons. Sambært heimasíðuni hjá Fiskiveiðieftirlitinum vórðu góð 27.000 eftir av kvotuni í síðstu viku.

 

Vit gera eftir harraborðum

 

- Vit eru undirlagdir Fiskimálaráðnum og vit hava fingið harraboð frá Fiskimálaráðnum at taka loyvini aftur og tað gera vit so, hóast vit halda alt hetta málið er blivið undarligt.

 

Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vørn. Hann sigur víðari reiðarríið hevur fingið møguleika at blíva hoyrt í málinum, men tað kann tykast eitt sindur undarligt, tí hetta er ikki eitt ætlanarskriv, ið er sent reiðaríinum.

 

- Eitt ætlanarskriv hevur vanliga ein hoyring við sær, men hetta er ikki eitt ætlanarskriv. Hetta eru eini boð. Vit hava spurt aftur í Fiskimálaráðnum og fingið tað staðfest, at hetta eru ein boð.