Várið setur sín ljósa dám á framsýningina hjá Øssuri Mohr, sum letur upp í Listaglugganum í morgin
Gjøgnumgangandi myndevnið á framsýningini er ljósið og litspælið í náttúruni. Hesuferð eru málningarnir heldur ljósari enn vanligt, og minna okkum á várið, sigur Øssur Mohr.
27 málningar verða við á framsýningini, og eru teir allarflestu málaðir hetta seinasta hálva árið.
Tríggir av málingunum hava tó verið ávegis í eini tvey til trý ár, men nú var rætta løtan komin at sýna teir fram, sigur Øssur Mohr.
Fernisering verður í morgin klokkan 16 í Listaglugganum, N. Finsensgøta 25 í Havn.
Framsýningin hongur uppi í tvær vikur.