Í morgin letur Finleif Mortensen málningaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík, og hon verður letur aftur týsdagin
– Vit gleðast um at vár er í hondum og tað ber móti ljósari tíðum, hetta sæst eisini aftur í málningunum, sigur hann.
Framsýningin hevur heitið Várligt ljos, tí tað er júst várið og tað lívgandi ljósið ið sæst aftur í málningunum við tí skiftandi ljósinum. Eisini tær mongu náttúruupplivingarnar frá fjallatúrum alla ársins tíðir, geva íblástur, grót, hamrar og skorar verða til litríkar abstraktar málningar, tá teir koma á løriftið.
Smáu bygdaløgini, ikki soleiðis, sum eygað vanliga sær tey, men heldur sum eitt úttrykk við litum og formum er eisini eitt myndaevni, Finleif dámar at festa á lørift.