Várkonsert við Vágakórinum

Vágakórið fer at hava várkonsert í Gamla skúla ? Musikkskúlanum ? í Sørvági hóskvøldið 28. apríl klokkan 20. Seinastu árini hevur Gudmund Mortensen verið kórleiðari hjá Vágakórinum, og hann fer at stjórna kórinum á konsertini hóskvøldið.

Kórið fer á konsertini at syngja vársangir, og talan verður í stóran mun um kendar sangir, sum vandir eru í vetur og í vár.

Saman við kórinum fara eisini solistar úr Vágum at syngja og spæla. Valdemar og Torgun á Løgmansbø fara at syngja tveir sangir, eins og Bjarta og Sigfríður Olsen eisini fara at syngja eini tvey løg.