Várkonsert í Klaksvík

Hóskvøldið verður skipað fyri forkunnugari várkonsert í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík

Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Hóskvøldið 02.05.02 verður skipað fyri eini várkonsert í Klaksvík, har 17 Sangarar, kvinnukórið Suð, Skúlasangkórið, Barnasangskúlin og klavernæmingar fara at luttaka.
Skráin verður fjølbroytt við fosturlandssangum, kendum Negro Spirituals, afrikonskum sangum og solo sangum, umframt at solo-, fer- og sekshent klaverspæl eisini verður á skránni.
Frá fyrireikaunum frætta vit, at millum annað sangirnir "Sound of Music" og "Komm, holder Lenz" úr Árstíðunum hjá Joseph Haydn verða at hoyra.
Við hesi konsert enda Skúlasangkórið og Barnasangskúlin teirra fyrsta ár.
17 Sangarar skulu á eina konsertferð til Svøríkis og Danmarkar seinni í mánaðinum, og fara tey at framføra eitt úrval av hesi konsertskrá.
Umframt alt hetta verður eisini felagssangur á skránni.
Konsertin verður í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík hóskvøldið klokkan 20.00.
Atgongumerki verða at fáa við dyrnar.