Várkonsert á Glyvrum

Væl umtókta Eystankórið fer sunnudagin undir leiðslu av Símuni Nónklett at halda sína árligu várkonsert.

John Johannessen


Væl umtókta Eystankórið fer sunnudagin undir leiðslu av Símuni Nónklett at halda sína árligu várkonsert.

Konsertin verður í Glyvra kikrju sunnudagin klokkan 17, og verður skráin sera fjløbroytt. Framførdir verða føroyskir, danskir, svenskir og amerkanskir sangir.

Afturat hesum verða eisini vekini The Lost Cord ac Arthur Sullivan og Ave Verum av Franz List framførd.

Við orglið í Glyvra kirkju sunnudagin situr Jensina Simonsen og afturat henni hava Bodil Simonsen og Fríðhild Hansen floytufylgispæl.