Várkonsert

Sum vanligt, so verður tónleikur at hoyra í samband við várframsýningina. Men í ár var nær við, at várkonsertin ikki gjørdist veruleik

Vanligt er at hava konsert í samband við Várframsýningina, har føroysk verk eru á skránni og ofta verða frumframførd.

Aldubáran spælir, tá Várframsýningin letur upp verk eftir Palla Hansen og Sunleif Rasmussen Verkið Dropar hjá Palla verður frumframført.

Á kvøldi er Várkonsertin. Tá er verkið Skýrák eftir Atla K. Petersen á skránni. Verkið er bílagt til konsertina.

Fyrsta almenna framførslan av Nocturne fyri B-menniskju eftir Trónd Bogason er eisini á skránni, eins og verk eftir Paula í Sandagerði, Sunleif Rasmussen og Palla Hansen.


Læna flygul

Orsakað av, at klaverið, sum hevur staðið í Listaskálanum, av ymsum orsøkum ikki er har longur, gjørdist konsertin í ár nærum av ongum.

Tað eydnaðist tó at læna flygul frá Stamen Stantchev. Hetta skuldi tó flytast úr Kommunuskúlanum og niðan í Listaskálan. Eydnan var við og fýra sterkir menn komu til hjálpar, so Várkonsertin verður sum ætlað.