Tað er umsíðir blivið lýggjari í Suðureuropa, og hesa vikuna sigur verðurstovurnar frá góðveðri, sól og góðum hita í Italia. Í Milano kann roknast við, at hitin fer væl upp um 20 hitastig komandi dagarnar.
Hesa vikuna hevur Rás2 fólk í Milano. Mikudagin og hósdagin sendir Rás2 úr Italia, og Rás2-manningin fyrireikar í løtuni sendingarnar.
Rannvá Gaard Fossaberg, Eyðun Klakstein og Hjalmar Hvítklett framleiða sendingarnar hjá Rás2 úr Italia, og hesar báðar fyrstu dagarnar í vikuni gera tey upptøkur, samrøður og reportasjur, sum skulu brúkast í sendingunum seinni í vikuni.
Millum annað verður vitjað í Como norðan fyri Milano, leiðin verður eisini løgd framvið kendum støðum í Milano og aðrastaðni. Tosað verður við føroyingar, sum búgva í Italia, og eisini verður leitað eftir føroyskum saltfiski á matstovu í Milano. Eisini verða bakgrundsinnsløg um italskan tónleik, list, móta, politikk, mafia og annað.
Rás2 er í luftini úr Italia mikudagin og hósdagin frá kl. 9 til 12 fyrrapart og frá kl. 13 til 15 seinnapart.
Í sendingunum verður eisini ein ferð fyri 2 fólk til Italia í summar burturlutað. Hetta er flogferð við Atlantsflogi, sum fer at flúgva beinleiðis millum Føroyar og Milano summarmánaðirnar.










