Havandi hetta í huga var tað áhugavert at síggja og hoyra Jóhan Petur Davidsen føra fram síni sjónarmið í degi og viku 2. september, sum umboð fyri yvirlæknahugsanina á Landssjúkrahúsinum, tá tað snýr seg um samstarv og leiðslu við aðrar fakbólkar, serliga sjúkrasystrarnar.
Størri arrugansu skal ein leita leingi eftir. Eg meini, tað var ikki meir enn hann tímdi at svara, og grundgevingarnar, í tann mun tað ber til at tosa um tílíkt, vóru einastandandi. Sum grundgeving fyri einstrongdari leiðslu, og ikki einari, ið fevnir um samskipan av økonomiskari, læknaligari og sjúkrarøktarliga kompetansu, vórðu leiðsluviðurskiftini umborð á skipi nevnd. Mær vitandi eru fáir skiparar so býttir, at teir ikki tryggja sær gott samstarv við teir í maskinuni, fyri ikki um at tala teir, ið hava royndirnar á dekkinum. Um tað so verður til kollektiva leiðslu í einari neyðstøðu, er ein annar spurningur. Men tað hava vit dømi um á virkjum og innan fyrisiting, ið setur demokrati, opinleika og menning í hásætið. Og tað eru júst tílíkt slag av leiðslu, ið gevur størstu framleiðsluna og bestu tænastuna.
Annars skal eg gera vart við, at í sáttmálunum hjá akademikarunum, eisini læknum, stendur nakað um samstarvsráð, hóast ongin endalig reglugerð enn er komin, So avgerðin um felags leiðslu, er ikki nakað, ið er heilt fremmant. Og tað stendur eisini í sáttmálunum hjá sjúkrasystrum, starvsfólkum og øðrum fakbólkum við.
Eg haldi at læknastættin sum so, men serliga yvirlæknarnir, skulu koma niður av soklinum. Tað er ongin sum er í iva um, at teirra fakliga kompetansa ikki er góð og neyðug. Men vit, sum skulu brúka tænasturnar, vita, at einsamallur dugir læknin ikki nógv. Og vit kunnu ikki liva við tí hóttan, sum yvirlæknin á Landssjúkrahúsinum óbeinleiðis kom við, at tað verða sjúklingarnir, ið koma at kenna sviðan, verður maktin hjá yvirlæknunum broytt frá einaveldi til felags leiðslu.
Ein málari í Havn segði tað so væl: Teir arbeiddu á Landssjúkrahúsinum, og meðan teir sita og fáa sær kaffi fyrrapartin, kemur ein yvirlækni framvið, moyrur eftir eina langa og drúgva skurðviðger. Tá hann sær málararnar sita og hugna sær, letur í honum: ?Ja, tað var málari mann skuldi verið!? ?Ja?, letur í einum av teimum, ?tú kundi bara lisið víðari!?
Heri Kragesteen










