Talan er um 14 umboð úr Føroysk Myndlistafólk, sum sýna fram 59 listaverk. Eitt sindur annarleiðis, enn tær klakssiku myndlistasýningarnar, vit kenna, men heldur talan ymiskar instalatiónir, prent, foto, video, HVS-bond og ljóð.
Eisini høvdu tvey listafólk, Rannvá Holm Mortensen og Guðrið Poulsen tikið seg saman um eina instalatión, tær kallaðu Heimavøllur – eitt væl dekkað, prýðiligt borð, har tveir stórskíggjar stóðu við.
Føroysk Myndlistafólk er felag fyri Føroysk yrkismyndlistafólk, sum varð sett á stovn í 1981 við tí endamáli at virka fyri áhugamálum hjá føroyskum myndlistafólkum og verja rættindi teirra. Eisini at virka fyri at føroysk myndlist fær góðar umstøður at mennast og trívast í.
##ms##
Í úrvalsnevndini fyri hesa Várframsýningina í Listaskálanum, sum hongur uppi til 16. mai, hava sitið Jóhan Martin Christiansen, Hansina Iversen og Randi Samsonsen.
Áðrenn framsýningin lat upp alment, segði Hansina Iversen nøkur orð, Karina Lykke Grand, savnsstjóri bjóðaði vælkomin. Kinna Poulsen setti framsýningina og síðani spældi Herluf Lützen nøkur løg.
Eisini varð boðið til leskiligt ábit í hugnaliga Listaskálanum undir framsýningini, sum í gjár var ókeypis.
Ein annarleiðis og spennandi framsýning, sum sanniliga er verd eina vitjan.