Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum kemur mánadagin

Mánamorgunin fer Búskaparráðið at almannakunngera várfrágreiðingina. Síðsta mánadag metti Landsbanki Føroya, at BTÚ í miðal kann vaksa fimm prosent um árið í ár og næsta ár. Miðlarnir eru bodnir til tíðindafund hjá Búskaparráðnum mánamorgunin klokkan 9, har Thomas Dam, formaður í ráðnum, fer at leggja fram várfrágreiðingina. Búskaparráðið kemur við tveimum frágreiðingum um árið, einari um várið og einari um heystið.

Limirnir í Búskaparráðnum eru:

Thomas Dam, M.Sc. Financial Management and International Trade, formaður

Durita Tausen, cand.scient.oeceon

Gunn Danielsen, cand.polit

Síðsta mánadag almannakunngjørdi Landsbankin sína meting, sum vísti, at útlit eru fyri vøkstri í ár og næsta ár. Har varð víst , at BTÚ í ársins prísum vaks útvið 1% í 2010 sammett við 2009. Vøksturin stavaði fyrst og fremst frá, at framleiðslan í tilfeingisvinnunum øktist, meðan almenni geirin stimbraði eftirspurningin við øktum halli í landskassanum, hjá kommununum og í almennum grunnum.

Niðurstøðan hjá Landsbankanum var, at BTÚ í 2011 og 2012 í miðal kann vaksa 5% um árið í ársins prísum. Vøksturin stavar frá, at útlit eru til frægari fiskiskap eftir botnfiski undir Føroyum næstu árini, umframt at privata nýtslan væntandi fer at vaksa nakað. Eisini verður væntað, at privatar íløgur fara at vaksa. Harafturat kemur eitt íkast til vøksturin í BTÚ frá, at framleiðslan í alivinnuni væntandi veksur nakað næstu árini. Hinvegin fer tað at tálma vøkstrinum, at fíggjarpolitikkurin hjá landi og kommunum væntandi verður táttaður nakað fyri at minka um hall og tað, at peningastovnar mest sannlíkt verða varnir við at vaksa um útlánini.

Mánadagin fáa vit so at síggja, hvussu útlitini eru sambært Búskaparráðnum.