Várdagar eru í Skopun hetta vikuskiftið, 6., 7. og 8. apríl. Lagt varð fyri í gjárkvøldið klokkan 19 í Skopunar skúla við hugleiðingum, sangi, harmonikkum og guitarum, og her varð eisini skemt og ábit.
Tað vóru tey fýra, Gerhard Lognberg, Fríðhild Winther, Jancy Olsen og Kathrina Joensen, sum hugleiddu.
Í morgun klokkan 09.30 varð bjóðað til morgunmatarborð í Samljóði, og eftir morgunmatin í morgun verður farið at planta í pottar, sum skulu prýða bygdina í summar.
Klokkan 13.30 í dag verða várdagarnir settir niðri í Koltursvíkini, um viðrar.
Klokkan 14.30 í dag verður eisini ymiskt á skránni í Skopun. Tá fara eitt nú Skótafylgið Tórir Beiisson at skipa fyri spølum og øðrum, og tá letur eisini bygdarsavnið upp, Ludda'sa hús og Alexandur'sa hús.
Sambært skránni fyri várdagar fer bilur hjá Sjógæta at gera fisk & kips uppi við Samljóð.
Forvitnislig kvøldseta verður klokkan 19 í kvøld, tá eitt nú Signar í Homrum fer at syngja, Bjartur Skipanes fer at spæla á harmoniku, og Hilmar Jan Hansen og Fríðhild Winther fara at skemta.
Á midnátt í kvøld verður dansur við Signari í Homrum, og í morgin - sunnudagin 8. apríl klokkan 14.30 - verður túrur gjørdur niðan á Hamaran, har eisini verður sungið.
Úr Skopun verður sagt, at øll tiltøkini á várdøgum eru ókeypis - undantikið dansurin, sum Samljóð skipar fyri, og øll eru hjartaliga vælkomin.









