Vórðu heiðrað fyri at lata børn og gomul fáa gleði av hvørjum øðrum

Eina ferð um vikuna fara børn í Havn á røktarheimið, Tjarnargarður, at hava eina hugnaløtu saman við teimum eldru

Tey byggja brýr ímillum børn og eldri, har bæði børn og eldri fáa gleði av samveruni og upplivingunum.

Tað er grundgevingin fyri at røktarheimið, Tjarnargarður, í Havn og Margarinfabrikkin hava fingið heiðurstekn frá Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu

Hvørt ár heiðrar Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu eitt heiðursbræv fyri ársins átak sum skal vera nakað serligt, og sum

brýtur frá vanliga dagligdegnum. Átakið skal gagna borgarum, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Býráðið sigur, at í ár hevur dómsnevndin gjørt av heiðra Lavalon og Luddalon á Tjarnargarði og Margarinfabrikkina fyri at hava tikið stig til samstarv, har børn og eldri koma saman.

Hvønn týsdag fara børn úr Margarinfabrikkini niðan á Tjarnargarð, har børn og búfólk á Tjarnargarði hugna sær saman við sangi, borðspølum, baking og ymiskum øðrum kreativum tiltøkum, ella bara við vanligari samveru. 

##med2##

Og fyri hetta handaði Eyðfríð L. Jacobsen, leiðari á Heilsu- og umsorganarstjóri, deildarleiðaranum á Tjarnargarði, Heidi Kragesten, og leiðaranum á Margarinfabrikkini, Salua Manai, skreytblað og gávu.

Dómsnevndin sigur í grundgeving sínari, at Tjarnargarður og Margarinfabrikkin fáa heiðurin fyri at hava tikið stig til samstarv, sum byggir brýr ímillum ættarlið, har bæði børn og eldri fáa gleði av samveruni og upplivingunum.

Tað heilt serstaka við hesum tiltakinum er, at vælveran, og tað góða innihaldið í gerandisdegnum hjá búfólkunum verður samantvinnað við tað námsfrøðiliga arbeiðið á Margarinfabrikkini, sigur býráðið
­– Átakið er ein góð fyrimynd og slóðar fyri nýggjum samstørvum, har børn og eldri koma saman. Slík samstørv hava stóran fakligan týdning, men eru eisini við til at fáa tað stóra tilfeingið fram í ljósið, sum eldru borgararnir hava og geva samfelagnum, sigur býráðið.