Einki mótvalevni var til formanssessin í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum, og tí situr Vár í Gong trygg í sessinum trý ár afturat. Og talan verður ikki um stríðsval av nøkrum slag. Vágaportalurin skrivar, at tá uppstillingarfreistin var lokin, stóð greitt, at akkurát fimm valevni vóru til teir fimm sessirnar, og tí er greitt, at nevndin umframt Vár í Gong er mannað við Hensiu Einarsson, Per Johannessen, Amy Ljósheim, Óluvá í Gong og Vanju Vestergaard.