Vár og summarmótin 2009

So er várið á gáttini, og við tí skiftir rákið eisini.

Út við tunga vetrarmótanum og inn við nýggjasta vár- og summar-mótanum, sum kemur í handlar-nar í hesum døgum.

Vanliga eru fleiri ymisk rák í senn, og Spring ’09 er einki undantak.

Vit hava kann-að, hvørji rák verða at síggja í vár og í summar, og hvussu vit skulu klæða okkum, fyri at vera við

Jakkar


Jakkan kanst tú ikki vera fyriuttan í vár. Hann skal hava eitt harrakent snið, og vilt tú spara pengar kanst tú altíð leita tær onkran gamlan klædningsjakka hjá sjeikinum ella beiggjanum fram.

Vit síggja bæði klædningsjakkan, sonevnda tænara-jakkan og síða cardiganjakkan, sum verða settir saman við øllum frá skrøddum cow-boybuksnum til heil-draktir til gamasjur.


--


Cowboy/indianarar

Hugsa um gamlar cowboy--filmar og fá íblástur haðani.


--


Draktir

Heildraktirnar, ið settu dám á 70’ini og 80’ini, eru nú aftur at síggja. Tær eru at finna í øllum sniðum og tilfari. Í vár og summar skalt tú heldur fara í eina heildrakt enn ein vanligan kjóla, um tú veruliga skalt vera við.


--


Frinsar


Ein av sterkastu trendunum er frinsar. Í vár/summar mást tú eiga okkurt við frinsum. Teir síggj-ast alla-staðni, bæði innan klæði og tilhoyr.


--


Tað puturlitta


Ein av gjøgnumgangandi tendensunum í vár og summar eru puturlittu klæðini. Antin sett saman við øðrum pastelllitum, men eisini heil húðlitt klædnasett.


--


80’ini


Hóast tú ert millum teirra, ið svór, ongan-tíð at fara í 80’ara mótan aftur, so mást tú heldur leita í gomlu klædnagoymslunum eftir tí seinasta nýggja. 80’ini eru aftur og ”jú-meiri-jú-betur-stílurin” hevur av álvara fingið upp-reisn.

Heilt ljósar ella stein-vaskaðar og skrædd-ar cowboybuksur, súkklushorts innanfyri niðurdeilin, stórar, ternutar skjúrtur, smúkkur við bæði stórum hálsbandi og stórum oyraringum í senn, fredsekkbuksur, skyggjandi toy og neonlitir. Tú setir saman, sum tú hevur hug til, tað skal bara ikki vera einfalt og neutralt. Jú meiri -jú betur!



--



Smúkkur


Sterkur íblástur frá 80’unum. Jú meiri jú betri. Stórir oyralokkar settir saman við oversize hálsbondum. Hjá fleiri sniðgevum vóru hálsketurnar mestsum bringuplátur, so stórar.


--


Sólbrillur



Sólbrillurnar skulu framvegis vera stórar og fjala meginpartin av andlitinum. Hugsa um Jackie O’, og tú hevur júst rætta stílin. Hesar eru frá Nina Ricci.


--


Skógvar



Mást hava í summar: styvlar, ið loyva tóm og hæli at anda frítt.

Harumframt eru gladiatorsandalirnar, sum eisini vóru frammi seinasta vár, frammi aftur í ár. Eisini plateuskógvar eru sera nógv nýttir á alheims mótapallum.


--


Einfalda lívið


Hetta er júst tað øvugta av 80’ara mótanum. Her skal alt vera so einfalt sum gjørligt. Ongir prangandi smálutir, bert stórir, flákrandi kjólar í einfaldum sniði.


--


Asymmetriskt snið


Tað er aftur vorðið smart at hava klæði við asymmetriskum sniði. Kjólar, toppar og heildraktir, ið ganga upp á aðra økslina eru at síggja nógvastaðni.