Vár og Signhild vóru bestar

OYGGJALEIKIR: Føroyskir svimjarar hava kvalifiserað seg at vera við í sjey finalum seinnapartin

Tað er møguleiki fyri, at føroysku svimjararnir seinni í dag fara at vinna fleiri heiðursmerki, og tað kann væl fara at vera, at okkurt teirra verður úr gulli. Í morgun átti Vár E. Eidesgaard bestu tíðina í 400 m frí hjá kvinnum, og Signhild D. Joensen átti bestu tíðina í 200 m ryggsvimjing. Tíðin hjá henni vr nýtt met á oyggjaleikum.

Eftir innleiðandi kappingarnar fyrrapartin er tað greitt, at tað verður føroysk luttøka í sjey finalum.

Finalurnar eru á skránni frá klokkan 17:

 

100 m blandað menn Alvi Hjelm næstbestur  Róland Hjelm nummar trý.

400 m frí kvinnur. Vár E. Eidesgaard bestu tíðina, og Sára Ryggshamar í finaluna við fimtu bestu tíðini.

200 m ryggsvimjing menn. Alvi Hjelm næstbestu tíðina.

100 m bringusvimjing kvinnur. Ásbjørg Hjelm i finaluna við fimti bestu tíðini.

100 m frí menn. Eingin føroyingur í finaluni.

50 m frí kvinnur. Eingin føroyingur í finaluni.

50 m firvald menn. Róland Toftum í finaluni við fimti bestu tíðini.

4x100 m menn blandað. Føroyar í finaluni við triði bestu tíðini – Marius Ihlen Garðshorn, Rókur Trygvason, Óli Mortensen og Alvi Hjelm.

200 m ryggsvimjing kvinnur. Signhild D. Joensen í finaluna við bestu tíðïni, sum er nýtt oyggjaleikamet.