Talv
Í 1993 tá Jákup Henriksen hevði serligan rundan føðingardag, nevnliga 64 ár, avgjørdu limir felagsins at kapping skuldi bera hansara navn. Jákup var tá væl fyri, telvaði við og var sum vanligt lívssálin hjá felagnum. Hann stutt sagt savnaði fólkið, og bar felagið. Tískil varð kapping gjørd til æru fyri honum tá hann enn var á lívið. Jákup andaðist tíðliga í 1995.
Nógvir luttakarar
Vár Jákup er ein opin kapping og ikki bert fyri limir felgasins. 32 telvarar luttaka, átta í hvørjum bólki har øll telva ímóti øllum. Fyrsta umfar varð 22. januar, og telvað verður fram til 2. apríl tá sjeynda og seinasta umfar verður leikt.
Í triðja bólki luttekur eitt nú unga hálvføroyska gentan Miriam Olsen, sum hevur fult stigatal. Saman við henni í hesum bólki eru eisini føroyingarnir Dannie Nielsen og Jørgen Johannesen. Í øðrum bólki er Regin Reinert einsamallur føroyingur, eins og Finnbjørn Vang er í fyrsta bólki. Báðir hava teir eitt stig av tveimum.
Í meistarabólkinum luttaka tríggir føroyingar, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Terji Petersen og formaður felagsins Arild Rimestad. Bólkurin er rímiliga sterkur, har Esben Lund er við sínum 2282 ratigstigum hægsrataður. Terji er triðhægstur og Carl Eli fjórðhægstur. Arild, 1905, hevur lægstu ratingina.
Bæði hjá Terja og Carl Eli hevur gingist væl. Báðir hava hálvtannað stig, og liggja saman við Esben Lund á odda. www.talv.dk er heimasíða felagsins.
Í donsku liðkappingini skal 1. lið hjá felagnum aftur í eldin sunnudagin, har KS verður mótstøðuliðið í hesum týðandi dysti. Føroyingarnir deila fyrsta pláss í triðju deild við Ballerup, og alt annað enn uppflyting er eitt vónbrot.
Tríggir toppdystir
Ómetaliga javnt er í fyrstu deild í føroysku liðkappingini. Heili fimm lið liggja væl fyri. Bert trý stig skilja klaksvíkingar á fyrsta plássi niður til vestmenningar á fimta plássi, og tískil er spenningurin sera stórur undan sjeynda umfari. Ikki heilt long leið er niður til sandavágsmenn á aftasta plássi, sum tó mugu berjast sum leyvir undan niðurflyting.
Dystirnir sunnudagin verða hesir; Klaksvík ? Hvalvík, Havnin ? Vestmanna og Kollafjørður ? Sandavágur.
NM fyri ungdómar
Í døgunum 15 ? 18. februar verður Norðurlandameistarheitið fyri ungdómar í Íslandi. Føroyska manningin er Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði, Martin Poulsen, Olaf Berg, Jákup D. Joensen úr Havnini og Miriam Olsen.
Seinasta ár gekk tað fyrimyndarliga væl hjá føroysku telvarunum, og vónirnar eru eisini góðar til líknandi úrslit í Íslandi. Liðleiðari verður Martin Berg.