Tað eru ikki øll børn, sum tora at nerta við ein livandi krabba. Á ein ella annan hátt er krabbin eitt djór, sum kann ræða mong børn. Men, tað eru eisini vaksin fólk, sum ikki unnast við ein krabba.
Ivaleyst veldst nógv um, hvat børn - og fyri so vítt eisini vaksin - eru von við til dagligt. Áður var vanligt, at børn vóru í fjøruni og fangaðu krabbar. Ymiskt mundi kortini vera, hvat børnunum dámdu krabbar.
Á einari Facebook-síðu í vikuni sóu vit hesa frálíku myndina av einari gentu við livandi krabba í munninum. Gamaní er hetta ein lítil krabbi, men líkt er ikki til, at krabbin fyri hesa røsku gentu er serliga óunniligur.
Mamma gentuna skrivar á sínari Facebook-síðu, har eitt nú henda myndin er viðheft, at "Haraldsund er eitt eldorado hjá børnum. Tey hava veruliga hugnað sær í dag…"
Kanska kann henda myndin læra onnur børn, sum hava hug at spæla í fjøruni, at krabbar als ikki eru so óunniligir, sum tey halda. Tað heldur í hvussu er gentan á myndini - Vár Midjord - ikki.