Føroysku svimjararnir svíkja ikki álitið á oyggjaleikunum hesaferð heldur.
Vár E. Eidesgaard hevur vunnið gull í 400 metrum blandað. Rebekka Trygvadóttir vann bronsu.
Vinnaratíðin hjá Vár E. Eidesgaard var 4:50.89. Tíðin hjá Rebekku Trygvadóttir var 5:05.81. Abigail Lacey av Oynni Wight vann silvur við tíðini 4:54.33.
Óli Mortensen vann gull á 1.500 metrum frí við tíðini 15:39.74. Óli hevur eisini vunnið gull á 200 metrum firvaldarsvimjing við tíðini 2:02.28. Robert Jones var nøsina frammanfyri og vann við tíðini 2:02.28. Felix Gifford úr Hetlandi vann bronsu við tíðini 2:04.47.