Tað er í hvussu er niðurstøðan hjá amerikansku stjórnini.
Sambært teimum amerikansku kanningunum hevur Irak í hvussu er 8.500 litrar av Anthrax, men tá vápnaeftirlitsmenninir vóru í Irak í nítitárunum, hildu teir, at Irak hevði evni til at gera umleið 25.000 litrar av hesum evninum.
Harafturat siga amerikanarar, at Irak hevur evni til at gera 400 biologiskar bumbur. Sagt verður, at irakar hava útgerð, sum kann gera meiri biologiskt eitur, enn Irak hevði undan Flógvakrígnum. Talan er millum annað um miltbrand, Aflatoxin og Ricin. Harumframt vilja amerikanarar vera við, at Irak hevur stórar goymslur av ymsum bakterium so sum tyfus, kolbrandi, kolera og koppum.
Tá talan er um kemisk vápn, siga amerikanarar seg hava prógv fyri, at Irak hevur fleiri slík vápn á goymslu, og at tey vandamestu av hesum eru sinnopsgass og nervagassið VX. Hildið verður, at Irak hevur einar 550 granatir við sinnopsgassi, og at landið hevur útgerð til at gera umleið 500 tons av slíkum vápnum. Oman á hetta kemur so, at síðani kríggið millum Irak og Iran eru umleið 1.000 tons av kemiskum vápnum horvin í Irak, og irakar hava ikki verið førir fyri at greiða frá, hvat er vorðið av teimum.
Amerikanarar halda ikki, at Irak hevur kjarnorkuvápn, men at lítið restar í, til tann fyrsta irakska kjarnorkubumban er veruleiki. Irak hevur tann neyðuga kunnleikan og tøknina til at gera kjarnorkuvápn, men landinum tørvar útgerð til at ríka uran. Sambært USA hevur Irak fleiri ferðir roynt at fáa fatur á hesari útgerðini.
Sambært ST-samtyktum hevur Irak ikki loyvi at hava rakettir, sum bera longri enn 150 kilometrar, men amerikanarar siga, at irakar hava einar tólv rakettir, sum bera millum 650 og 900 kilometrar. Harafturat hava teir eina verkætlan, sum umfatar rakettir, ið kunnu flúgva meiri enn 1.000 kilometrar, og teir eru eisini í ferð við at gera eina aðra rakett, sum fer at røkka 1.200 kilometrar.
At enda vil USA vera við, at irakar hava roynt at ment eitt lítið ómannað flogfar, sum kann flyta bæði kemisk og biologisk vápn.