Vápnahvíldin er av – semingsroynd í morgin

Semingsstovnurin fær seg royndan í morgin, tá stovnurin hevur sett Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnar, ið eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, stevnu í eini roynd at loysa ósemjuna á almenna arbeiðsmarknaðinum.


Friður hevur annars valdað á jólum, eftir at Føroya Pedagogfelag 22. desember boðaði frá, at verkfallið bleiv fyribils steðga á jólum, men varð verkfallið sett í verk aftur klokkan sjey í morgun, og er vápnahvíldin sostatt liðug á hesum sinni.


Hetta verður fyrstu ferð, at stríðandi partarnir møtast aftur við samráðingarborðið síðan báðir partar vrakaðu seinasta semingsuppskotið frá Semingsstovninum 9. desember. Tað er tó ivasamt hvat kann væntast av nýggju semingsroyndini, tí 22. desember greiddi Terje Sigurðsson, semingsmaður, frá, at ein nýggj roynd einans verður gjørd, tí partarnir viðurkenna, at teir muga tosa saman.


- Fundurin er komin í lag, tí báðir partar vita, at tað er neyðugt at seta seg saman fyri at finna eina loysn. Tað er ikki soleiðis, at vit hava fingið nøkur tekin um, at partarnar slaka í sínum krøvum. Hetta er ein ásannan av, at tað er neyðugt at seta seg saman at tosa um tingini. Man vil geva tí eina roynd, segði Terje Sigurðsson 22. desember.


Í løtuni er støðan tann, at pedagogar á stovnum undir Almannaverkinum og allir leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum starvast á stovnum undir kommununum, umframt allar eindarleiðarar, leiðarar og samskiparar, sum starvast á stovnum hjá landinum eru í verkfalli, meðan Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur lýst verkbann fyri allar pedagogar og hjálparfólk, ið eru limir í Føroya Pedagogfelag, og sum starvast á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktarskipanum kring landið.