Vápnahvíld í Gaza

Ísrael og Hamas eru komin væl áleiðis við samráðingum um vápnahvíld Alt bendir á, at ein avtala millum ta víðgongdu palestinsku rørsluna Hamas og Ísrael um vápnahvíld í Gaza-geiranum er á veg.

Mussa Abu Marzuk, sum er ein av leiðarunum í Hamas, sigur við egyptisku tíðindastovuna Mena, at talan er um eina avtalu, sum skal galda í hálvtannað ár í fyrsta umfari.

Eftir avtaluni skal Hamas gevast við at senda rakettir inn í Ísrael, ísraelska hervaldið skal lata seks marknalið til Gaza uppaftur, og ein ísraelskur hermaður, sum er fangi í Gaza, skal lastast Ísrael í býti við palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.