Í høvuðsstaðnum á Filipsoyggjunum, Manila, hevur ein vápnaður maður tikið ein buss, sum er fullur av fólki. Løgreglan sigur, at maðurin hevur eina maskinbyrsu hjá sær. Løgreglustjórin í Manila sigur við fjølmiðlarnar, at myndugleikarnir royn at fáa greiði á støðuni, og hvussu málið kann loysast.
Ein útvarpsstøð í Manila sigur, at maðurin hevur tikið ein buss við 30 fólkum, harav 27 eru útlendsk ferðafólk.
Maðurin, sum hevur tikið bussin, hevur arbeitt sum løgreglumaður, men misti starvið.