Hóskvøldið klokkan seks varð tingarbeiðið avbrotið. Orsøkin var, at ein vápnaður maður var komin inn í tingsalin og fór eftir einum tingmanni, sum kom niður av røðarapallinum.
Maðurin hevði vápn í hondini. Tað vóru tveir kalvapilkar, sum vóru eini 17 sentimetrar til longdar. Í endanum vórðu fýra húkar sveisaðir fastir í pilkin, so tað var eitt vandamikið vápn, um tað varð nýtt til tað skeiva endamálið.
Karsten Hansen hevur greitt frá, at hann sá mannin koma inn í útvarpshøllina, har tingmanningin heldur til. Hann setti seg nær hjá honum, tí hann sá vápnið, hann hevði í hondini, og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevði varhugan av, at maðurin hevði ætlanir um at leypa á.
Í tí ein tingmaður var liðugur við sína røðu, reistist vápnaði maðurin og helt leiðina yvir ímóti tingmanninum. Karsten, ið er løgreglumaður, fekk steðgað manninum, og løgreglan varð boðsend.
Leyslatin aftur
Maðurin varð handtikin og tikin oman støðina til avhoyringar. Maðurin varð fyrst afturhildin, og fríggjamorgunin varð hann avhoyrdur. Eftir avhoyringina varð hann leyslatin aftur.
Ein lækni varð tilkallaður beinanvegin, tá løgreglan hevði handtikið mannin, og hann hevur eftir øllum at døma kannað sinnisstøðuna hjá manninum.
Við tað at maðurin er handtikin, verður hann eisini skuldsettur. Løgreglan ger tær neyðugu kanningarnar fyri at lýsa málið, og síðani skal fútin taka støðu til, um ákæra skal reisast.
Í revsilógini er Føroya Løgting beinleiðis nevnt. Har stendur, at tann, sum við larmi ella óskili órógvar almennar fundir hjá fólkatinginum ella Føroya løgtingi, verður revsaður. Tað er eftir hesi greinini í revsilógini, at maðurin verður skuldsettur av løgregluni.
Tað verður tó fútin, ið tekur støðu til, um ákæra skal reisast móti manninum, ella um tað skal greiðast øðrvísi.
Maðurin er gamal kenningur hjá løgregluni, og hann hevur gjørt seg inn á útvarpið seinastu vikurnar, meðan tingmanningin hevur havt fundir har uppi. Hetta hevur verið við at tøma ruskíløt við allari hugsandi óhumsku uttanfyri úthurðina í útvarpinum. Eisini er innihaldið av onkrum ruskílati tømt inni í gongini.
Hesar hendingarnar eru tó ikki allar fráboðaðar løgregluni, frætta við av støðini, men dagin fyri hendingina í útvarpshøllini hevði hann aftur verið og tømt ruskílatið uttanfyri hurðina.
REVSILÓGIN:
§ 137. Den, som søger at forhindre afholdelsen af lovlig offentlig sammenkomst, straffes med bøde eller hæfte eller under skærpende omstændigheder, særlig når handlingen har været forbundet med voldsom eller truende adfærd, med fængsel indtil 2 år.
Stk. 2.9) På samme måde straffes den, der ved larm eller uorden forstyrrer offentlig samling af folketinget, Færøernes lagting, kommunale eller andre offentlige råd, gudstjeneste eller anden offentlig kirkelig handling, eller som på usømmelig måde forstyrrer ligfærd.









