Vápnaørskapurin má steðgast

Guvernørurin í New York, Andrew Cuomo, skjýtur upp, at staturin skal hava ta strangastu vápnalógina í USA.

-Vit noyðast at steðga vápnaørskapinum. Nú er nóg mikið, segði Cuomo (myndin) í nátt í sínari árligu røðu um støðuna í statinum. Hann segði, at hann hevur vápn sjálvur, og at hann virðir rættindini hjá veiðimonnum og øðrum at hava vápn, men at hann vil avmarka møguleikarnar hjá fólki yvirhøvur at fáa sær vápn.

Barack Obama, forseti, hevur givið Joe Biden, varaforseta boð um at koma við einum uppskoti um, hvussu harðskapur við vápnum skal avmarkast. Forsetin vil hava uppskotið síðst í hesum mánaðinum, og Biden segði í gjár, at hann og forsetin hava gjørt av at taka onkur stig.

Guvernørurin í statinum Connecticut, Dannel Malloy, mælti í sínari árligu røðu lóggevarunum í Washington til at herða vápnalógirnar. Júst Connecticut og New York eru millum teir statirnar, sum longu hava tær strangastu vápnalógirnar í USA.