Vápnað rán á Strøgnum

Beint áðrenn miðdag í dag rændu tríggir menn ein urhandil í Illum á Strøgnum.  Tríggir menn í myrkum klæðum, sum tosaðu við hvønn annan á útlendskum, sambært Ekstrablaðnum, tóku seg inn í Bucherer urhandil, sum millum annað selur Rolex-ur.

 

Menninir hóttu sølufólkini við einum revolvara, men tað vísti seg seinni, at talan ikki var um ein veruligan revolvara, men ein gass- ella piparspray revolvara.

- Menninir royndu at knúsa nøkur glasbúr og rýma avstað við vørum. Vit vita ikki enn, hvørjum teir sluppu avstað við, sigur løgreglan í Keypmannahavn við danskar miðlar.

 

Ránsmenninir sluppu sær til rýmingar eftir Pilestræde og síðani Antonigade, har ein bilur bíðaði eftir teimum. 

- Áðrenn teir loypa inn í bilin, skjóta teir trý skot afturat eftir nøkrum vaktum, sum elta teir. Síðani koyra teir undan í einum eldri Audi-bili, sum bleiv stjolin í gjár, sigur løgreglan. 

 

Eingin bleiv løstaður í ráninum.