Tìðindaskriv
Av ymiskum orðsøkum er Fiskikappingin, sum lýst var at verða á Kósbrúnni mikukvøldið útsett til fríggjakvøldið klokkan 18.
Til ber at melda til kappingina í deildini hjá EIK í Klaksvík fram til fríggjadagin klokkan 16.
Seðil til fløskupostarnar kann avheintast á deildini hjá EIK í Klaksvík fram til klokkan 16 fríggjadagin. Fløskur til fløskupostarnar verða handaðir á bryggjuni í samband við Fiskikappingina.
Eftir fiskikappingina verður farið út í Kalsoyarfjørð við útróðrarbátum har fløskupostarnir verða kastaðir.
Síðani verður silgt inn á Vánna og útfyri Stangabrúnni verður síðani stórt sjórænarakríggj við vatnkanónum.
Til endamálið hevur Føroya Sjómannadagur rigga 130 sergjørdar spulislangur/vatnkanónir til - umborð á 10 útróðrarbátum - sum sostatt eru vápnaðir til kríggj.
Til Fiskikappingina skulu børn sjálvi hava tráðu og bjargingarvest.
Fyri at koma umborð á útróðrarbátarnar er bjargingarvestar eitt krav.
Í samband við vatnkríggi er ynskiligt at børnini eru í regnklæðum.
Ynskiligt er at so mong sum gjørligt verða smikaði ella ílætin sjórænaraklæðir.











