Blaðsins viðmerking:
Fylgjandi kronikk frá Svenning av Lofti kom av misgávum ikki við í greinina í blaðnum ígjár Jostein Gaarder í Miðeystur-roki. Jj
Svenning av Lofti
Eg undrist stórliga á, at ein so kendur høvundur sum Jostein Gaarder fær seg sjálvan at skriva, sum hann ger um í greinini. Hann gevur Ísrael alla skuldina fyri krígnum í Libanon, meðan yvirgangsfylkingin Hisbollah verður fríkend. Slík tala er burturvið og fær ein at hugsa um kendar menn, sum góvu jødunum skuldina fyri alt ringt í Europa og sum upphugsaðu hin endaligu jødaloysnina og ætlanina um etniska útreinsan av jødum í Europa.
Bæði ísraelsfólk og fólkið í Libanon eru troytt av kríggi
Søga teirra seinastu mongu árini, er ein líðingarsøga. Libanon herjað av borgarakríggi og Ísrael, ið hevur stríðst fyri tilverurætti sínum, síðani tað varð stovnað.Tá Jostein Gaarder gevur Ísrael skuldina fyri tí, sum fer fram í Libanon í dag, so er tað ikki rætt. Hvørki Libanon ella Ísrael hava skuldina.
Sýria og Hisbollahfylkingin havt ræðið í Libanon
Libanon hevur í mong ár verið stýrt av øðrum enn libansku stjórnini sjálvari. Sýria hevði í ár so mong hermenn í tíggjutúsundatali á libanskari jørð. Eftir trýsti frá ST fóru teir úr Libanon fyri umleið einum ári síðani.
Meðan sýriski herurin var í Libanon fekk Hisbollah herurin loyvi at flyta alla ta hernaðarútgerð og herfólk, sum teimum lysti, inn í Libanon. Prógvið fyri hesum eru m. a. allar tær hundraðtals rakettirnar, ið teir hava skotið inn í Ísrael seinasta mánaðin og dripið mong ósek fólk, bæði menn, kvinnur og børn. Tann veruleiki, at bumbing Ísraels í Libanon, eisini hevur kravt mong ósek mannalív, er ógviliga syrgiligt. Og vit harmast øll inniliga um hesi og teirra kæru, ið líða so ómenniskjaliga av hesum kríggi.
Altjóða yvirgangsfelgsskapir standa aftanfyri
Tær oyðandi kreftir, ið standa aftanfyri stríðið í Libanon í dag, eru tær somu, sum høvdu lagt ætlanir um at spreingja 9 vesturlendsk flogfør í luftina á flogi yvir atlantshavinum hesar komandi dagarnar. Hetta eru somu kreftirnar sum rendu tey bæði flogførini inn í skýggjabygningarnar í New York fyri nøkrum árum síðani og týndu túsundtals ósek mannalív. Og tað eru júst hesar somu kreftirnar, sum Ísrael stríðist ímóti í miðeystri.
Endamálið hjá hesum kreftum er at spreingja allar borgarar í Ísrael í luftini ella reka teir út í Miðjarðarhavið og strika Ísrael av landakortinum. Hesar kreftir eru ikki einans nøgdar við at strika Ísrael av landakortinum, men eisini meginpartin av vesturheiminum.
Tá ið Jostein Gaarder sigur, at ísraelsfólk rópa seg sjálvi Guds útvalda fólk, so er hetta ikki so. Veruleikin er tann, at allarflestu av leiðarum Ísraels hava verið ateistar, sum hvørki hava trúð á Bíbliuna ella á Gud Bíbliunnar. Hesir meta seg tí ikki sum Guds útvalda fólk, hóast Gud Harrin kallar tey fólk sítt í Skriftini. Júst hesin spurningurin er áhugaverdur, men skal ikki viðgerast á hesum sinni.
Hisbollah byrjaði kríggið í Libanon
Annars er vert at peika á, at tað var Hisbollah sum byrjaði kríggið í Libanon. Teir fóru inn um altjóða viðurkenda markið millum Libanon og Ísrael og drópu nakrar ísraelskar hermenn og tóku aðrar sum fangar við sær inn um markið til Libanon. Tað var Hisbollað, ið gjørdi seg inn á Ísrael og so svaraði Ísrael aftur á tann hátt teir hava gjørt.
Jødiska fólkið í Ísrael hevur einki størri ynski enn at liva í friði við allar grannar sínar, men teir fáa ikki frið fyri yvirgangsbólkunum, sum halda til í Libanon, Gasa og aðrastaðni.
Ísrael hevur undirskrivað friðarsáttmáli við Jordan og Egyptaland. Teir vilja fegin gera tað sama við aðrar eisini, men ikki treytaleyst. Ísrael má sjálvandi kenna seg trygt aftanfyri landamørk síni, og at liva í friði í egnum landi.
Vónandi verður skjótt endi á hesum syrgiliga stríði, og at Hisbollað verður koyrt út úr Libanon einaferð með alla og at libanesiska stjórnin fær hjálp frá altjóða samfelagnum at stýra sínum egna landi uttan uppílegging uttanifrá. Og vónandi verður ein nóg sterkur altjóða herur settur í suðurlibanon, sum kann forða fyri at Hisbollah ella aðrir aftur skapa egnan stát í einum sjálvstøðugum Libanon.
Loysnin er ikki vápnamegi, men samráðingar í sátt og semju millum lond. Ímeðan mugu vit biðja fyri miðeystri, jødum, muslimum og kristnum og heiminum annars og bera øllum heimsins tjóðum hin góða boðskapin um friðarhøvdingan, Jesus, sum kann loysa hvørja kreppu. og sum eisini fer at loysa heildarósemjuna í miðeystri og skapa eina heildarloysn.