Vípa er nýggjur búfuglur hjá okkum. Bæði veðurlagsbroytingar og tað, at stór øki verða velt upp úr nýggjum, hevur gjørt tað møguligt hjá vípuna at eiga her
Vípa hevur reiðrast í eina trý ár á Velbastað, og er hon komin aftur á búplássið aftur í ár. Eisini hevur hon reiðrast í fleiri ár í Sandoynni, bæði í Søltuvík og við norðurendan á Sandsvatni. Hon heldur til í góðum mýrilendi og í vátum bø.
Tað skrivar Føroya Náttúrugripasavn á heimasíðu síni.
Vípa er sera eyðkend av toppinum á nakkanum. Og tað er sera várligt at hoyra vípuna láta og síggja hennara vakra leik í lofti.
Vípa hevur vetrarvist í Vesturevropa, og regluliga síggjast minni flokkar av vípum um nýggjarstíð. Hetta eru helst nakrar av teimum, ið annars halda til á sumri í skotsku oyggjunum. Men tær hvørva aftur, áðrenn tær venda aftur á búplássini í marsmánaði nøkulunda samstundis, sum tjøldrini venda aftur á grækarismessu.